Franski Lýðveldisflokkurin fingið nýggjan harðan høgraleiðara
Franski Republikanski ella Lýðveldisflokkurin hevur nýliga fingið ein harðan høgravendan háls sum formann ístaðin fyri Francois Fillon, ið tapti flokkinum forseta- og tjóðartingsvalið farna summar, tá Emmanuel Macron vann valini. Fillon tapti valini eftir at verða útspiltur fyri at hava sett konuna í floksstarv.
So lítið skal til, tá vinstravongurin samfelt spillir borgarligan politikara út.
Nýggi republikanski floksformaðurin er bert 42 ára gamal, eitur Laurent Wauquiez og er tjóðskaparhugaður, ikki ES-fjeppari ella globalistur, ið – eins og Macron forseti – ynskir opin landamørk.
Wauquiez verjir Frakland uttan fyri stórbýirnar og fransmenn úti á bygd. Hann er ímóti islamskari tilflyting, og tekur støðu fyri fronskum virðum, mentan og franskari siðmentan, sum Front National undir Marine le Pen verjir.
Annars er stórur spenningur um alt ES, tí stjórnin hjá Emanuel Macron forseta í Fraklandi hevur fingið ilt í fronsk fakfeløg, tey sterkasta í Evropa.
Orsøkin er, at stjórnin í París hevur lagt nøkur lógaruppskot inn á ting, ið øll miða móti at gera franska arbeiðsmarknaðin meiri liðiligan og vinnulívi minni stýrt av vónleysum bindingum frá fakfeløgum, so franski búskapurin hímast.
Frakland hevur hægst arbeiðsloysi og lægst produktivitet í vestur-ES. Franska fíggjarlógin hevur havt risa hall undir fleiri stjórnin, bæði høgra- og vinstravendum. Ringast var undir sosialistinum Francois Hollande forseta, ið fekk undir 10% undirtøku frá veljarunum til tjóðartingsvalið í fjør.
Nú verður sjón fyri søgn, um Macron klárar at boyggja fakfeløgini, ið fara at leggja franska búskapin lamnan við verkføllum o.ø. átøkum í vár og summar.
Fraklendingar eru bloytur, tá fakfeløgini taka land og fólk gísla.
Størsta politiska bløkan í nýggjari tíð var júst Francois Hollande, sum eisini gjørdi vinnulívið veikt við 85% marginalskatti á allar inntøkur yvir 1 mio/E.
Republikanski flokkurin er í andstøðu, og nýggi leiðarin, Laurent Wauquiez kann sita upp afturá og hyggja at, hvussu leikur fer. Klárar Macron at fáa síni vinnjuvinaligu uppskot samtykt, ella boyggja fakfeløgini eisini hann.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur