Eingin fólkaatkvøða í dag um stjórnarskipan
Fólkaatkvøðan um stjórnarskipan, sum einaferð skuldi verða 25. apríl 2018, er nógvar ferðir útsett, og í løtuni veit eingin nær ella um hon verður.
“Fólkaatkvøðan um stjórnarskipan verður flaggdagin 25. apríl í 2018.” Tað boðaði løgmaður frá tann 10. februar í fjør.
“Landsstýrið miðar eftir, at ein breiður meiriluti í løgtinginum og fólkinum fer at taka undir við nýggju stjórnarskipanini,” segði løgmaður.
Men eingin fólkaatkvøða er í dag, nú vit skriva 25. apríl 2018. Tann 16. apríl boðaði formaðurin í stjórnarskipanarnevndini, Heðin Mortensen, frá, at heldur ikki løgtingsviðgerðin - sum skal vera liðug í seinasta lagið eitt hálvt ár áðrenn fólkaatkvøðuna - verður liðug áðrenn ólavsøku.
Men hetta er ikki fyrstu ferð, at tíðarætlanin fyri stjórnarskipanini ikki hevur hildið. Í samgonguskjalinum frá 2015 stendur:
“Ein nýggj stjórnarskipan skal staðfesta, at Føroya fólk hevur valdið í Føroyum. Lógin skal áseta og útgreina sjálvsavgerðarrættin og fólkaræðisliga stýrislagið hjá Føroya fólki. Hon kemur til fólkaatkvøðu í seinasta lagi í 2017.”
Landsstýrið hevði einaferð sum mál, at uppskotið um stjórnarskipan skuldi vera klárt at leggja fyri løgtingið í oktober 2016, men tann ætlanin varð fleiri ferðir útsett. Tann 23. juni í fjør varð endaliga staðfest, at uppskotið fór ikki at verða lagt fyri løgtingið fyrr enn eftir ólavsøku.
Og tað bleiv tað, - ikki beint eftir ólavsøku, men 27. september. Tá var longu minni enn hálvt ár til flaggdagin, og harvið ov seint til at halda fólkaatkvøðu tann 25. apríl.
Í gjár fór tingið heim, og stjórnarskipanararbeiðið er ikki liðugt. Tað merkir, at uppskotið má leggjast fram av nýggjum á ólavsøku, og byrjað verður aftur við 1. viðgerð. Og aftur skal hálvt ár ganga frá tí at viðgerðin er liðug til fólkaatkvøða kann verða.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











