Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

LGBT fegnast um ættleiðingarlóg, men harmast um, at mismunur enn er loyvdur á arbeiðsmarknaðinum

Innanlands | 26/04-2018 08:00

Síðstu viku hava heili fýra mál, ið hava týdning fyri føroysk tví-, sam- og tvørkynd, verið viðgjørd á Føroya Løgtingi.

Niðurstøðan varð, at samkynd nú kunnu ættleiða børn sum bæði gift ella ógift pør, meðan uppskotini um at skipa fyri fólkaatkvøða um hjúnabandslógina eins og lógaruppskotið um at banna mismuni og happing á arbeiðsmarknaðnum vegna m.a. kynsligari sannføring og samleika fullu. Samstundis varð enn einaferð atkvøtt fyri §266b – hesaferð tó sum eitt samt Løgting.

Fólkaatkvøða um hjúnabandslógina fall
Vikan byrjaði við uppskotinum um at skipa fyri fólkaatkvøðu um hvørt samkynd framvegis kunnu sleppa at gifta seg borgarliga í Føroyum. Hetta uppskotið frá Miðflokkinum fall við stórum meiriluta. Hetta fegnast LGBT Føroyar um, tí rørslan metur ikki, at mannarættindi skulu gevast ella frátakast við fólkaatkvøðu, eins og málið um at loyva føroyskum LGBTarum at gifta seg borgarliga longu er avgreitt frá okkara fólkavalda løgtingi.

Síðani hjúnabandslógin varð broytt á sumri í fjør, eru fleiri føroysk samkynd gift borgarliga, meðan onnur eru flutt heim aftur til eitt Føroyar, sum nú viðurkennur teirra hjúnabond. Somuleiðis eru onnur samkynd brúdleyp planløgd í summar. Hesa jaligu broyting fegnast LGBT Føroyar sjálvandi um.

Samkynd pør kunnu ættleiða
Rørslan fyri tví-, sam- og tvørkynd fegnast eisini um, at samgongan umframt Magni Laksafoss, Edmund Joensen og Bárður á Steig Nielsen síðani samtyktu at loyva m.a. samkyndum pørum at ættleiða børn - bæði sum gift og ógift pør.

Henda lógarbroyting er enn ein stórur og týðandi varði á vegnum til at veita føroyskum tví-, sam- og tvørkynd full javnrættindi í Føroyum. Lógarbroytingin gevur samstundis børnum, ið hava tørv á einum nýggjum, tryggum og kerligum heimi, enn fleiri møguleikar at finna eitt slíkt heim í Føroyum.

Samt Løgting samtykkir §266b
Dagin fyri, at Løgtingið fór í summarferiu, viðtók eitt samt løgtingið nýggju umsetingina av Revsilógini. Hesin parturin av Revislógini inniheldur m.a. nógv umtalaða §266b. LGBT Føroyar fegnast um, at í mun til síðstu tríggjar ferðirnar henda paragraffin hevur verið og vent í Løgtinginum, so var tað hesu ferð eitt púra samt Løgting, sum viðtók lógina. Nú á føroyskum, men framvegis við verjuni um “seksuel orientering” í lógartekstinum -  sum nú er umsett til kynsligan samleika - eins og tað varð samtykt fyri 12 árum síðani.

Lóg um mismun á arbeiðsmarknaðinum fall
Tíverri endaði vikan við, at lógin, sum skuldi banna mismuni og happing á arbeiðsmarknaðinum varð felt av tí, at Framsókn ikki atkvøddi saman við restini av samgonguni fyri lógaruppskotinum. Tað var Sonja J. Jógvansdóttir, uttanflokkakvinna, ið hevði lagt uppskotið fram.

Hetta harmast LGBT Føroyar almikið um, tí henda lógin hevði verið við til at vart limirnar hjá rørsluni fyri møguligum mismuni og happing á sínum arbeiðsplássi. Hetta gjørdist tíverri ikki soleiðis. Lógin hevði somuleiðis sett bann fyri at gera mismun á fólki á arbeiðsmarknaðinum vegna rasu, átrúnað ella trúgv, politiska áskoðan, kyn, aldur, brek ella tjóðskaparligum, sosialum ella fólkaeyðkenniligum uppruna. Slíkar lógir eru longu galdandi í øllum ES londum og fleiri øðrum londum við.

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi