Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

2.400 pendla til Havnar hvønn dag

Innanlands | 13/05-2018 14:00

Nógv fólk pendla hvønn dag til Havnar at arbeiða. Harumframt eru 940 fleiri almenn arbeiðspláss enn miðal í Føroyum. Hetta betrar um gjaldsevni og fíggingarmøguleikar í Havn samstundis sum tað minkar um gjaldsevni og fíggingarmøguleikar á bygd og tí noyðast bygdamenn at flyta til Havnar.

Eitt yvirlit, sum vit hava gjørt út frá tølum hjá hagstovuni og tølum tá Føroyar vóru skrivaðar í manntal í 2011 vísur, at stórur partur av fólki pendlar til arbeiðis. Vit hava hugt eftir hvussu nógv bygdafólk pendla til arbeiðis í Tórshavn.

Økið              Pendlarar  Fólkatal  Pendarar/fólkatal

Suðuroy          129            4.656        2,8%

Norðoyggjar    250            5.815        4,3%

Eysturoy         748           10.711        7,0%

Sandoy           123            1.319        9,3%

Vágar              359            3.070      11,7%

Norðstreymoy 793            3.842       20,6%

Tilsamans pendlaðu 2.402 fólk í 2011 til Havnar dagliga at arbeiða.

Sum yvirlitið vísur, so er tað rættuliga stórt tal av fólki sum starvast í Havn, hóast tey búgva á bygd. Prosent er rokna av samlaða fólkatalinum í økinum. Arbeiðsstyrkin er umleið 50% av fólkatalinum. Tí kann roknast við at útroknaða prosenti kann faldast við 2, um tað í staðin hevði verði rokna í mun til tal av arbeiðsfólki í økinum.

Tøl frá Hagstovuni fyri januar 2017 vísa, at tað eru 931 fleiri almenn starvsfólk í Tórshavn enn miðal fyri Føroyar. Tá eru pendlarar, sum arbeiða hjá tí almenna í Havn framvegis skrásettir at búgva á bygd. Tí er skeivleikin væntandi munandi størri enn hagtølini vísa.

Pendlarartøl og hagtøl yvir almenn starvsfólk vísa tí at pláss er fyri at flyta almenn starvspláss út á bygd. Ivaleyst ber til við umhugsni at flyta 500-1.000 arbeiðspláss úr Tórshavn út á bygd, uttan at fólk í Tórshavn ella kommunukassin í Havn hevði mist nakað. Sum ein eyka vinningur í Havn hevði trýsti á bústaðir minka og húsaprísir høvdu stabilisera seg og tey sum ikki hava so høga inntøku høvdu havt ráð og fingið tak yvir høvdið.

Somuleiðis er neyðugt, nú Løgtingið hevur lagt stór og tung mál til kommunur at umsita, at eindirnar verða burðadyggar. Og til tess er neyðugt at samanseting av almennum arbeiðsplássum er eins um alt landið. Tað er eisini neyðugt at inntøkan er eins og tí verður neyðugt at topplønir og harvið mest krevjandi og hægstu útbúgvingarnar eru javnt deildar um alt landið.

Lønartølini sum Lassi Klein og Sjálvstýri fingu frá Fíggjarmálaráðnum vístu at av 1750 milliónum í lønarútreiðslum landskassans verða 1270 milliónir ella 72% útgoldnar í Tórshavn.

Tá tað gongur illa í Føroyum verða starvsfólk í privatu vinnuni søgd úr starvi, meðan landskassin lánur pengar fyri at sleppa undan at siga almennum starvsfólkum úr starvi. Rokningin verður deild millum øll. Eisini privatir arbeiðsgevarar noyðast at gjalda sín part, sum aftur viðførur fleiri uppsøgnir í privatu vinnuni.

Tí viðførur hesin ójavni í hvar almennar arbeiðspláss eru og at landskassin lánur pengar fyri at sleppa undan at siga fólkum í Havn úr starvi at gjaldsevni og lánsmøguleikar í Havn vaksa, meðan gjaldsevni og lánsmøguleikar á bygd minka. Endin av hesum er at øll noyðast at flyta til Havnar.

 

 


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi