Tóra og Paulina fingu stuðul
22. juni vóru fundir hildnir í Minnisgrunni Sonnu av Skarði og í nevndini fyri Sanglegati til minnis um Sonnu Dahl Waagstein.
Nevndirnar í grunnunum valdu at heiðra tveimum listafólkum. Úr grunninum fyri Sanglegati til minnis um Sonnu Dahl Waagstein fekk Tóra Vestergaard 20.000 kr. í stuðli til sangundirvísing á Anne Rosing Instituttet í Keypmannahavn. Handarbeiðslærarinnan Paulina Eliasen fekk 25.000 kr. í stuðli úr Minnisgrunni Sonnu av Skarði. Stuðulin er ætlaður til menning av nýggjum mynstrum til altardúkar.
Fyrr í ár varð Paulina Eliasen heiðrað á várframsýningini hjá Tórshavnar kvøldskúla í Kollafirði fyri í 40 ár at hava undirvíst í føroyskum handverki við serligum atliti til føroyska búnan.
Tóra Vestergaard hevur seinnu árini gjørt vart við seg innan føroyskan kórsang. Hon stjórnar og undirvísir í kórsangi, umframt at hon sjálv syngur sum solistur og í kóri. Á ólavsøku í 2017 stóð hon á odda fyri stóra ólavsøkukórinum á tinghúsvøllinum.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











