Allir dreingirnir eru komnir úr hellinum
Seinastu dreingirnir eru fingnir út úr Tham Luang-hellinum í Thailandi.
Í einum boðum á Facebook klokkan 13 í dag (føroyska tíð) váttar thailendska bjargingartænastan, at allir treingirnir og teirra fótbóltsvenjari eru fingnir út úr Tham Luang-hellinum, har teir hava sitið innilæstir síðani 23. juni.
Fýra froskmenn og ein lækni vóru framvegis í hellinum, tá boðini vórðu givin.
Umleið ein tíma áðrenn boðini komu, um at allir dreingirnir vóru komnir út í øllum góðum, var nógv virksemið við munnan til hellið, og sambært einum tíðindamanni hjá The Guardian, veitraðu bjargingarfólkini farvæl til eina tyrlu, meðan fagnaðarróp vóru at hoyra við hellismunnan.
Vildu hava allar dreingirnar út í dag
Teir fyrstu fýra dreingirnir vórðu bjargaðir út sunnudagin og aðrir fýra mánadagin. Í morgun vóru framvegis fýra av dreingjunum og venjarin eftir inni í hellinum.
Klokkan 5 í morgun (lokala tíð) fóru 19 froskmenn inn í hellið, fyri at bjarga teimum seinastu út, og tað eydnaðist.
Sambært AFP er sálarliga støðan góð hjá teimum 8 fyrstu sum vóru bjargaðir út. Einki er enn frætt um støðuna hjá teimum seinastu fýra dreingjunum og venjaranum.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











