Danmark rindaði 84 mia kr til ikki-vesturlendskar tilflytarar í fjør
Danski statskassin rindaði í fjør 84 mia kr brutto í stuðli fyri sínar 400.000 ikki-vesturlendsku tilflytarar, 60 mia kr til vaksin og 24 mia til teirra børn.
Hetta var 6 mia kr meiri enn í fyrraárið, tá tey tilfluttu kostaðu danska skatt-gjaldarunum 78 mia kr, smbr. danska fíggjarmálaráðnum (smbr. s. 62-63).
Danski útlendis- og integratiónsráðharrin, Støjbjerg, brúkar nú sendiharrarnar í Danmark hjá londunum, haðan landastrokini koma, til at yvirtala sínar landsmenn at taka arbeiði í Danmark og ikki ganga fyri einki upp á nass.
Men tað gongur illa, tí at teir fremmandu villmenninir vilja heldur liva av danskari sosialhjálp enn at arbeiða fyri vantrúnar danir. Teir fáa sosialhjálp uttan at skula duga at tosa, lesa ella skriva danskt, enn minni at rokna.
Danski statskassin rindar nú 78 mió kr eyka fyri at brúka sendiharrarnar úr Miðeystri og Afrika til at tøla teirra landsmenn til arbeiðis. Ikki eiti á nassi.
Danska Den Korte Avis heldur, tað var ein dýr roynd í næstrakærleika og hjartagóðsku (les: sjálvmorðsidioti), sum danski vinstravongurin o.o. settu í verk við útlendingalógini hjá Gammeltoft Hansen, ið tá var fólkatingsins umboðsmaður. Hansara uppskot til útlendingalóg fekk gildi við dyggari uppbakking á fólkatingi í 1983. Vanlukku lógin fylti sostatt 35 ár fyrr í 2018.
Til sammetingar við tær 84 mia kr, ið danska flótta- og tilflytaraævintýrið kostaði donskum skattgjaldarum bert í fjør, nevnir Den Korte Avis, at í verandi fíggjarári (2018) eru avsettar 41 mia kr íalt til viðlíkahald og endurnýggjan av øllum donskum sjúkarhúsum.
Útlendingar í Danmark kosta sostatt yvir dupult so nógv í ár sum viðlíkahald og útbygging av øllum donsku sjúkrahúsum.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











