Mentamálaráðharrin og ein løgtingslimur vilja innføra sensur av einstøkum privatum miðlum
Innslagið í Degi og Viku, mánadagin 8. oktobur og eisini týsdagin 9. oktobur, var undir allan kritikk. At ein mentamálaráðharri og ein løgtingslimur á alljósum degi ætla sær at innføra sensur av føroyskum miðlum, hevði í øðrum londum verið tikið sum ein sonn gøla.
Sagt verður, at man ikki ynskir at innføra sensur, men samstundis verður sagt, at um teir privatu miðlanir framhaldandi skulu fáa miðlastuðul, so mugu teir fylgja nøkrum reglum og sensurum, sum Rigmor Dam og Pauli Trond Petersen ætla sær at innføra í lógina um miðlastuðul. Hetta mótsigur sær sjálvum.
Talan er um eitt innslag úr sendingini, Andøvsløtan, fyri fleiri mánaðum síðani og málið hevur tí sjálvandi ongan aktualitet í dag, burtursæð frá, at fútin í fjølmiðlunum sigur seg viðgera eina fráboðan móti Óla Breckmann um brot á § 266b í revsilógini. Hetta er eitt mál, sum ákæruvaldið skal viðgera. Men KVF reisir ákærur og eksekverar dómin sjálvt – uttan at mótparturin yvirhøvur verður hoyrdur.
Uppstandilsi byrjar við, at Rigmor skrivar á facebook síðuna hjá sær, "Tví vorði tykkum, um tað veruliga er so, at tit varpa rasismu til Føroya fólk!". Samstundis skrivar hon í eini viðmerking, at hon ikki hevur lurtað eftir sendingini, ið talan var um. Hetta er so ókompetent sum tað kann vera. Rigmor er hægsti myndugleiki fyri føroyskar miðlar, men eisini hon reisir ákærur og eksekverar dóm, uttan at hava so mikið sum kannað, hvat tað snýr seg um.
Hon sigur alment í KVF, at hon ætlar at senda eina átalu til R7, fyri nakað, ið eingin niðurstøða er tikin um; bert hennara egna pástand um, at R7 varpar haturstalu og rasismu, sum hon ikki hevur kannað um R7 ger. Hetta er sera undarligt, tí tá ið Miðlahúsið neyðtók reglurnar um góðan fjølmiðlasið í handfaringini av málinum um Bjarna Hammer, hoyrdu vit einki frá Rigmor, um at hon skuldi senda átalu til Miðlahúsið. Blaðstjórin á Sosialinum, segði eisini í sendingini "Pressan" í KVF 12. oktobur, at teir ikki hoyrdi eitt orð frá Rigmor um handfaringina. Helst tí, at tá var talan um hennara gamla arbeiðspláss, Javnaðarflokksmiðlahúsið. Hetta er sami miðil, ið hon ætlaði tað mesta av miðlastuðlinum til fyri tveimum árum síðani, fyrst sum útberingarstuðul, síðan sum rakstrarstuðul. Vit minnast eisini, at 'gloymt' varð at arkivera upplýsingarnar um samskiftið millum seg og gamla blaðstjóran hjá sær: "Ikki ringja!!" skrivaði hon til hann, tí hon heldur vildi hava hann at skriva SMS. Tað eru nógvar orsøkir at illgita, men tað átti ikki at verið neyðugt at skorið alt út í papp.
Í innslagnum leggur Rigmor Dam eisini R7 undir at renna undan ábyrgd av sínum tilfari. Hetta er beinleiðis ósatt. Leiðslan á R7 er sjálvandi vitandi um ta ábyrgd, sum til eina og hvørja tíð áliggur leiðsluni. Á heimasíðuni stendur "Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp". Hetta hevur einki við løgfrøðiliga ábyrgd at gera, men stendur á ávísum greinum á r7.fo, fyri at leggja dent á, at tey sjónarmið, ið koma fram í hesum sendingum og greinum, ikki eru borin fram vegna leiðsluna á R7, og tískil ikki umboða meiningar, áskoðanir ella sjónarmið ið leiðslan hevur.
Alt hetta rokið hendir undarliga nokk nú, stutt áðrenn tað skal vera nýval. Javnaðarflokkurin er gingin nógv aftur í meiningarkanningum. Er hetta ein roynd at sleppa sær av við R7?
Niðurstøðan er, at Rigmor Dam ikki er egnað sum mentamálaráðharri. Hon ger øllum Mentamálaráðnum fyri skommum, við sínari ivasomu framferð og við at misrøkja sína sjálvsøgdu skyldur.
Ingi á Steinamørk, stjóri á R7
Líknandi tíðindi
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Avtala gjørd við Noreg um fiskiveiðirættindi fyri 2025
Broytingar í sjófeingislógini
Fólkapensjón og aðrar almannaveitingar hækka á nýggjárinum
Jólakonsert í Gøtu Kirkju
Løgmálaráðið eftirkannað 158 uppskot
Pensjónsuppsparing
Sildarok í 1941
Tilmæli frá Havstovuni um tosk fyri 2025
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur