Rák (29) 5G tøkni og undirskriftinnsavning móti, at føroyingar verða millum fyrstu í heiminum at fáa 5G
Farið verur í dýbdina við 5G og ætlanini hjá Føroya Tele, at geva føroyingum 5G tøkni í næstum.
Vit hoyra, at meir enn 700 føroyingar ikki ynskja 5G net, sum Føroya Tele vil veita føroyingum í samstarvi við kinesiska felagið Huawai - og enn verða undirskriftir savnaðar. Fólk bera serliga ótta fyri elektromagnetisku strálingini frá 5G. Hetta ørkymlar ikki Føroya Tele sigur Jóna Olsen, sum er verkfrøðingur og rakstrarleiðari hjá Føroya Tele.
Gestir í sendingini eru Janus D. Guttesen frá Erbylgjufelagnum og Torgunn Á Løgmansbø, stigtakari til undirskriftinnsavningina.
Vit hoyra eisini hvat rørir seg politiskt í Norðanlondum tá tað kemur til nýggju tøknina. Tosað verður við landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum, Kristinu Háfoss, sum hevur verið á fundi við ráðharrum úr Norðanlondum um samstarv innan 5G og tilgjørt vit.
Tað er Annika Bolton Mortensen sum leggur sendingina til rættis.
Líknandi tíðindi
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Hjartaliga takk fyri
Klokkuklárt sjálvmál
Kommunuvalið í Oyndafirði
Krógva seg fyri veljarunum
Lygn samgongan
Medisinkistur
Russland stórsti leverandørur av gassi til ES
Skal tunnilsgjaldið í Eysturoyartunlinum brúkast til at rinda fyri Suðuroyartunnilin?
Smá men kná - ein greining av treysti í mikrosamfelagnum
Soleiðis ferðast Tunfiskur
Styrkja tilbúgvingina
Ukraina hevur skotið langtrøkkandi rakettir inn í Russland
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur