120 kilo av fetanyl haldlagt í Arizona, nokk at drepa 57 mió fólk
Democrats vilja leggja amerikansk landamørk niður, so útlendingar hava frítt at koma til USA, har tey velja Democrat aftur fyri amerikanska sosialhjálp.
Donald Trump biður kongressina játta pening til at byggja verjugarð móti Mexico til at steðga yvir 2.000 landastrokunum, ið floyma inn í USA hvørja nátt. Grundgevingin hjá Trump er, at tað er neyðugt at steðga hesi millión tilflytarum, brotsmonnum, drøgg- og mannasmuglarum at koma og fara frítt.
Í farnu viku funnu hundar hjá marknarvørðum í Arizona 120 kilo av fetanyl rúseitri, ið hevði verið nóg mikið til at drepa 57 mió fólk, um doserað í senn. Rúsevnið lá goymt í 400 pakkum, tað mesta nakrantíð, í einum 40 fóta bingjubili við agurkum úr Mexico til USA. Bilførarin er 26 ára gamal mexikani.
Gøtusøluvirðið á hesi nøgd av drøgg hevði verið $ 3,5 mió (= 20 mió kr)
Stutt áðrenn tóku marknarvørðar og tollarar í Arizona 180 kilo av methamphe-tamin, ið hevur lægri søluvirði enn fetanyl, men tó $ 1,1 mió (= 8 m/ kr)
Tollstjórin í marknarliðinum, Port of Nogales, Michael Humphries, segði á tíðindafundi eftir fetanyl-tøkuna hósdagin, at tær vóru tær størstu einstøku nakrantíð í tí marknarbýnum.
72.000 fólk, tey flestu í bestu árum, doyðu í fjør í USA av yvirdosum.
Trump tosar um undantakstøðu á suðurmarkinum hjá USA og krevur at byggja verndarmúr, meðan Democrats siga nei og bert ynskja sær fleiri ólógligar veljarar, uttan mun til prísin í narkodeyðum og mannasmugling.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











