Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing
? / ??

Afrikansk armóðsbøli størstu luttøku á veðurlagsstevnu í Pólandi

Andøvsløtan | 17/02-2019 19:00

24.000 fólk úr heimsins londum vóru umboðað á veðurlagsstevnini hjá ST, COP 24, í Katowice í Póllandi herfyri. Ein kann lítið ætla, hvussu nógv CO2 flogfør, bilar, hotelloljufýr og A/C hava sprænt upp í loft teir 14 dagarnar.

Ein kundi lagt aftrat, at nøkur av somu londum vóru umboðað í Davos í Sveis, nú aftur 1000-tals landaumboð hittust til snikksnakkfund um heimsbúskapin. Hetta var tað betra slagið, heimselitan, úrvalsliðið, ið brúkti 1.500 privatflogfør til og frá, ivaleyst ársins mesta CO2-útlát í heiminum til so fá fólk um so lítið.

Men aftur til Katowice í Póllandi við 24.000 luttakarum. ST skipaði fyri, og Veðurlagsnevndin hjá ST, IPCC, málaði hin versta so sjónskan upp á veggin, at teirra róp og geyl um heimsins undirgang hoyrdust inn í hvørja stovu.

Boðskapurin var hin sami: Um vesturlendskir skattgjaldarar ikki hosta $ 100 mia upp at javna til heimsins pesthol, verður luftin 0,2 stig heitari kring knøttin í ár 2100 enn tey 2,0 stigini, øko-fasistarnir spáa, at hitin annars hækkar. (Spyr somu veðurlagsapur um veðrið í næstu viku. Eingin hevði hómað tað).

Ná, men tað eru bert vit vesturlensku, gomlu, hvítu menn, ið skulu gjalda fúla prísin fyri at halda lofthitanum 0,2 stig niðri um 80 ár. Stórdálkarar sum Kina og India sleppa undan at gjalda eina krónu fyrrenn í 2030. Alt ræður annars um at javna vesturlendskar biljónir út til 3-heims leiðarar, ið aldri gjalda 1 $.

Men hvørji vóru so londini, ið hildu seg hava ráð til tær størstu nevndinar av luttakarum á COP24 tær 2 vikurnar? Jú svarið er hitt sama sum til aðrar ST-ráðstevnur. Størstu nevndirnar komu úr afrikanska Guinea, ið sendi 406 luttakarar, Fílabeinsstrondin sendi 592 umboð og Senegal 171 luttakarar.

Í fjør sendi Fílabeinsstrondin 492 umboð, Guinea 355, DRC 340 og Congo Brazzaville 308 umboð.  Vesturlendsk menningarhjálp rindar fyri hvørja kleyv úr hesum “lortalondum”. Danmark sendi 50, Týsklandi 153 og Kina 90 umboð.

Endamálið við Klima-ørskuni er, at politikarar, byrokratar og vísindafupparar skulu fáa politiskar heimildir til at stýra øllum heimsins orkupolitikki, ið fevnir um 100-tals billiónir krónur árliga. Ein slík yvirorðnað heimsstjórn fær størri vald á øllum enn nakað stjórnarráð hevur havt í allari heimssøguni.

Tá verður drepandi dýrt at sveitta um summarið og skelva um veturin.

 


Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi