Løgtingið samtykt lóg, sum skal tryggja dygdina á viðgerðarstovnunum
Eitt samt Løgting hevur í dag samtykt lógaruppskotið hjá Sirið Stenberg um virksemið á stovnum, ið veita rúsviðgerð.
“Eg fegnist almikið um, at Løgtingið stóð saman um at tryggja fakligu dygdina í tilboðunum um rúsviðgerð. Framvegis er tað soleiðis, at onkur okkara fer útav eggini, og tá eg avgerandi, at tilboð eru tøk, sum hava neyðugu dygdina. Hóast okkara viðgerðarstovnar longu gera eitt megnar arbeiði á økinum, so er neyðugt við krøvum um førleikar, sum tryggja fakliga innihaldið eisini í framtíðini”, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í viðmerking.
Frameftir verður tað soleiðis, at viðgerðarstovnar skulu søkja um góðkenning fyri at kunna virka, og verður tað Heilsutrygd, sum eftir umsókn kann góðkenna ein viðgerðarstovn.
Dygdin avgerandi
Fyri at fáa góðkenning, er treytin, at tilboðið eftir einari heildarmeting hevur neyðugu dygdina. Ymisk atlit verða tikin. Eitt nú skulu hølisviðurskiftini verða nøktandi, hugt verður eftir háttalagi, og somuleiðis skal starvsfólkabólkurin samanlagt hava viðkomandi útbúgvingar og royndir við rúsdrekka- og rúsevnaviðgerð.
Mett verður, at slík krøv kunnu tryggja dygdina á viðgerðartilboðunum til gagns fyri tey, ið stríðast við misnýtslu av rúsdrekka ella rúsevnum og teirra avvarðandi.
Nýggja lógin ásetur eisini, at persónar, ið hava tørv á rúsviðgerð á samdøgursstovni, kunnu fáa tilboð um ókeypis viðgerð. Hetta er nýbrot, tí frammanundan høvdu tey, ið stríðast við rúsdrekka- og rúsevnamisnýtslu, ikki nakran formligan rætt til at fáa tilboð um viðgerð fyri teirra misnýtslu.
Samanumtikið er málið við lógini at fáa greiðari regluverk rundan um stovnarnar, ið veita rúsviðgerð. Talan er um nýggja lóggávu á økinum, tí frammanundan er eingin lóggáva, sum regulerar virksemið.
Viðgerðarstovnarnir, sum virka í dag, liva í stóran mun upp til treytirnar, ið eru settar í nýggju lógini. Hóast mett verður, at skilabest er við formligum reglum á økinum.
Nýggja lógin kemur í gildi 1. januar 2020. Ásett er eisini, at verandi viðgerðarstovnar skulu søkja góðkenning innan 1. januar 2021. Hetta boðar Heilsu- og Innlendsimálaráðið frá í dag.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











