Enska drotningin sitið 65 ár á trónuni
Í dag eru liðin 65 ár síðani Elizabeth gjørdist drotning í Bretlandi, eftir at pápi hennara George VI brádliga doyði, tann 6. feb í 1952.
Elizabeth var fødd í London, elsta barnið hjá Albert, táverandi hertoga av York. Tað lá ikki í kortunum at Elizabeth skuldi gerast drotning. Pápi hennara var yngri beiggi kongin, og hóast kongalig so var onki sum bendi á at hon sjálv nakrantíð fór at hava nakran merkisverdan leiklut.
Men í 1936 noyddist Edward VIII at leggja frá sær sum kongur, og yngri beiggin Albert tók við trónuni sum George VI. Og harvið var Elizabeth trónarvingi.
Hoast hon gjørdist drotning í somu løtu pápi hennara doyði, var Elizabeth ikki krýnd fyrrenn árið eftir, í 1953.
Elizabeth II hevur metið fyri enskan kong ella drotning ið hevur sitið longst á trúnuni. Næst henni er Victoria I, ið sat 63 ár á trónuni.
Hóast drotningin formliga er landsins hægsti mynduleiki, so hevur hon lítlan praktiskan leiklut tá ið tað kemur til landsins leiðslu. Stjórnarvaldið verður útint í hennara navnið, men av fólkavaldum politikarum og lóggávuvaldið liggur hjá parlamentinum í London.
Men drotningin hevur stóran symbolskan týdning, og verður sæð sum persóngeringin av bretsku tjóðini.
Í mun til 50 ára hátíðarhaldið í 2002 og 60 ára hátíðarhaldið í 2012, so verður ikki nógv gjørt burturúr degnum. Dagurin í dag verður hildin við einari privatari minnisløtu, til minnist um pápa drotningina George VI.
Men sambært keldum á Buckingham Palace, so er man longu í fer við at leggja ætlanir til hátíðarhaldið 2022. Tá hevur drotningin sitið 70 ár á trónuni.
Kelda: www.royal.co.uk, www.royalcentral.co.uk og Wikipedia.
Líknandi tíðindi
Mest lisið í farnu viku

4 fólk dømd fyri rúsevnasmugling við seglbáti til Føroyar

Almenna kjakið um javnstøðulógina í Føroyum

Andakt

Arabisk lond játta at fíggja Gaza

Ábendingar um lægri vøkstur og tørvur á veruligum nýskipanum

Føroyskir filmar og filmsfólk seta dám á Nordatlantiske Filmdage í Danmark

Gene Hackman og konan innideyð

Helgi Abrahamsen finnur ikki vallyftini

Landsstýrið latið Løgtinginum 27 uppskot í dag

Løgmaður tilnevnt nýggj landsstýrisfólk

Makrelstovnurin minkar skjótt

Revsingin fyri at hava hassj uppi á sær herd

Skrøgg og fakta um útbúgvingar á Setrinum

Tilmæli um berarakanning og pinkubarnaskreening
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











