Eiler Fagraklett: Hetta er eitt tað grovasta lesarabrævið, ið eg havi lisið á føroyskum í mong, mong ár.
Vónandi tekur eingin føroyingur hetta lesarabrævið fyri fult.
Hetta er eitt tað grovasta lesarabrævið, ið eg havi lisið á føroyskum í mong, mong ár. Faktuelt skeivt úr einum enda í annan.
Tann reinasti heilaspuni úr einum paralleum fantasiheimi hjá Michael L. Brown, kryddað við pseudo-vísindi og so at enda undirskrivað við einum akademiskum heiti.
Vónandi tekur eingin føroyingur hetta lesarabrævið fyri fult, skrivar Eiler Fagraklett á facebook vanga sínum.
Tú kanst lesa lesarabrævið her, sum Eiler sipar til her :
Tað er skrivað av Bjartu Petersen (MA in Counseling) Valevni fyri Miðflokkin
Ein áheitan á trúgvandi føroyingar
Í bókini hjá dr. Brown, 2011 (A Queer Thing Happened to America), har hann granskar homosexualitet, sigur hann at lesbiskar kvinnur hava ofta verið úti fyri kynsligum ágangi frá mannfólki, tað førðir til vaml fyri mannliga kyninum, og tísskil skapast ein dráttur at kvinnum. Gay menn hava hinvegin ikki neyðvendigvís verið fyri kynsligum ágangi. Ofta koma teir úr heimum við einum pápa, sum virkar fjarður ella ikki er tilstaðar. Ofta hava teir bara systrar ella mest kvinnuligar familjulimir, og eitt ov tætt samband við ein móðurfigur. Pápin kann tykjast harðligur, niðurgerandi ella vrakandi móti teimum.
Fleiri av hesum monnunum eru sera kreativir, artistiskir og sartir. Vrakanin og harðskapurin ger eitt brot tíðliga í barndóminum, sum ger, at teir hava sera nógv fokus á seg sjálvan sum vaksnir. Hetta skapar ein stóran longsul í teimum at møtast við monnum, at leinkja á ein djúpari hátt, og eftir at móttaka aksept frá mannfólki. Hetta fær teir at kenna seg tiltrektar til mannfólk kynsliga (Brown, 2011).
Gransking vísir, at kynslutir hjá monnum vaksa bara við at síggja tað, sum tendrar teir. Kynslutir hjá kvinnum vaksa av øllum nakinmyndum. Hetta fær summi at siga, at kvinnur hava lættari við at gerast homosexuellar. Onnur siga, at menn, sum eru homosexuellir, hava onki val (Leiblum, 2007). *hetta linjubrotið hevði eg ikki havt við (tað nýtst heldur ikki forstáilsi).
LGBT umfatar lesbisk, gay, bisexuel, transsexuel, transvestittar og onnur. Tey tosa ikki opinlýst um, at tey hava eina agenda. Men á teirra internationallu heimasíðum siga tey, at tey ikki einans ynskja góðkenning frá almenninginum. Tey ynskja at homosexualitetur er normalt og høgt virdur. Tey ynskja, at onnur skulu føla tað, sum tey føldu, tá tað ikki var akseptera at vera gay. Úrsliti av hesum er forfylging av fólki, sum siga seg elska tey homosexuellu, men ikki taka......
Les allt lesarabrævið her https://r7.fo/news/19470/bjarta-petersen-ma-in-counseling-ein-aheitan-a-trugvandi-foroyingar
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











