Jósup siglur um Nólsoyarfjørð í kvøld
Nólsoyar bjargingarfelag og privat bátar hava silgt fólk um fjørðin í allan dag, nú Strandferðslan avlýsti alla sigling til Nólsoyar eftir at Ternan varð herðtikin í gjár.
Seinnapartin í gjár skipaðu ónøgdir nólsoyingar fyri mótmælistiltaki. Teir bundu Ternuna, settu veiður tvørtur um innsiglingina til havnarlagið, so Ternan ikki slapp avstað, og við innsiglingina veittraðu sjórænarafløgg í húnarhátt. Umborð á Ternuni vóru nógv fólk og børn, sum vóru hildin gíslar, tí at skiparin og Strandferðslan ikki vildi loyva teimum í land. Tey vóru umborð á Ternuni í seks tímar. Løgreglan var eisini á staðnum.
Í dag finnast nógv at avgerðini hjá Strandferðsluni, um ikki at sigla til Nólsoyar. Víst verður á, at nólsoyingar sleppa ikki til arbeiðis og í skúla í Havn.
Sambært Kringvarpi Føroya, siga nólsoyingar seg einki hava hoyrt frá Strandferðsluni. Men, í kvøld segði Hilmar Eliasen, stjóri á Strandfaraskipum Landsins, at Jósup siglir ein túr til og úr Nólsoy í kvøld, tað verður síðsta túr, og síðani fer Jósup í vanliga sigling um Nólsoyarfjørð í morgin.
Hilmar Eliasen, segði við Kringvarpið, at eingin sigling hevur verið í dag tí tey hava gjørt eftirmetingar av tí sum hendi í Nólsoy í gjár. Hann sigur, at starvsfólkini hjá Strandferðsluni mugu kenna seg tryg, at øll vaktartalvan hjá starvsfólkunum bleiv órógva og hann vónar tað ikki fer at henda aftur.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











