Barack og Michelle Obama gjørt bókasáttmála við Penguin Random House
Fyrrverandi forsetin, og kona hansara, hava skriva undir sáttmála við ein útgevara um at skriva tvær bøkur.
"Vit hava fingið heimsumfatandi útgávurættindi til tvær bøkur, ið verða skrivaðar av ávikavist forsetanum og frú Obama", sigur forlagið.
Enn frættist onki um heiti á bókunum, ella hvat tær fara at snúgva seg um, men tað sigst at sáttmálin fer at geva Obama-fólkunum einar 60 mió. dollarar. Tað er einar 420 mió. Kr.
Barack Obama hevur skriva bøkurnar "Dreams from My Father" og "The Audacity of Hope". Michelle Obama hevur skriva bókina "American Grown", ið snýr seg um mat og urtagarðsrøkt.
"Við teirra orðum, og teirra leiðaraevnum hava tey broytt heimin, og hvønn dag, við teimum bókum vit geva út, royna vit her á Penguin Random House, at gera tað sama", segði stjórin Markus Dohle.
Kelda: BBC
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











