Uppskrift: Oddvør’sa jóladunna við grønum waldorfsalati
Reinsa møguligar fjarðar av dunnuni og klipp nakað av feittinum av afturpartinum. Tak alt innanúr breyðnum og blanda hesar breyðmolar við súrepli, sviskum valnøtum og smøri. Krydda fylluna við salti, og fyll hana í dunnuna. Loka fyri við bummullstrái ella kjøtnál.
Dunnan verður stokt, soleiðis sum føroyingum dáma. Tað vil siga væl og virðiliga gjøgnumstokt.
TILFAR
(4 fólk)
1 dunna – helst lítil vistfrøðilig, uml 2800 gr
1 lítið súrbreyð við kumman
2 súreplir skorin í bitar
150 gr av grovt skornum sviskum
100 gr av grovmalnum valnøtakjarnum
50 gr av smøri
Flykrusalt
Eitt sindur meira av smøri og flykrusalti
Grønt waldorfsalat:
1 bundi av blaðselleri
2 purrur
2 grøn søt súrepli
1 salathøvd eftir egnum ynski
(iceberg, eikiblað ella ein bakka av feldsalati)
100 gr av bláum víndrúvum
100 gr av valnøtum
Dressingur:
1 dl av olivenolju
2 spsk av ljósum balsamicoeddiki
1 tsk av salti
1 tsk av dijonsinnopi
FRAMFARÐARHÁTTUR
Reinsa møguligar fjarðar av dunnuni og klipp nakað av feittinum av afturpartinum. Tak alt innanúr breyðnum og blanda hesar breyðmolar við súrepli, sviskum valnøtum og smøri. Krydda fylluna við salti, og fyll hana í dunnuna. Loka fyri við bummullstrái ella kjøtnál.
Gníggja dunnuna við flykrusalti og legg smáar smørklíningar á hana. Legg hana á rist við skuffu undir. Set hana í kaldan ovn, og tendra ovnin á 150 stigum. Lat dunnuna steikja í 3 til 3 ½ tíma. Kanna eftir við lærið, um dunnan er liðug. Lærið skal loysna lættliga frá. Um skinnið ikki er heilt broyskið, kanst tú koyra ovnin for frá, og enda við grill teir síðstu minuttirnar, men ver varin tá, so tað ikki brennist (hav eyguni eftir dunnuni alla tíðina, meðan tú grillar nakrar min). Lat dunnuna hvíla í 20-25 min, áðrenn tú skert hana.
Grønt waldorfsalat:
Skola salatið, turka tað í reinum klæði, og ála tað sundur í størri bitar. Skola blaðselleri og purrur, sker í tunnar flísar. Sker súreplini í helvt, tak kjarnuhúsið úr, og sker súreplini í puntar. Sker víndrúvurnar í helvt og tak steinarnar úr. Rør dressing saman, og blanda alt í eina skál og vend síðani valnøtur í.
Preið:
Dunnan kann steikjast dagin fyri í tríggjar tímar á 150 stigum. Lima hana sundur og legg hana í køliskápið á fati við fylluni fyri seg. Dagin eftir hitar tú alt í ovninum á 200 stigum í 20-25 min, áðrenn tú borðreiðir.
Uppskirftin stendur á https://gaasedal.wordpress.com/2010/11/27/270/ Myndin er av facebook vanganum "Oddvørsa gerandis brellbita"
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











