Árið ið fór á R7.fo * Apríl: Skotlandsrutan, sum SSL arbeiðir við
Greinin stóð á R7.fo, tann 8. apríl 2019.
Hilmar Eliasen, stjóri á Strandfaraskipum Landsins (SSL), greiddi á Flokstinginum hjá Tjóðveldi frá ætlan um at fáa avloysaraskip til SSL, sum eisini skal sigla millum Suðuroynna og Scrabster.
Verður hugt eftir Evropa-kortinum, so má ein undrast á, hví sjóferðslan ikki eisini fer um Skotland, vísti Hilmar Eliasen á. Sjóvegis teinurin til Hirtshals er 2½ ferðir so langur, sum teinurin til Scrabster.
- Harumframt skal øll fraktin víðari niður á Evropeiska meginlandið, og við at sigla til Scrabster, so tekur tað 15 tímar at blíva bundin í Evropeiska vegakervið, segði Hilmar Eliasen. Hetta er sambært Suðuroyarportalin.
Reiðarafelagið fyri handilsskip hevur so í dag sent út tíðindaskriv, har reiðarafelagið sigur seg verða hart ímóti, at SSL fer at sigla til Skotlands. Tey biða SSL um ikki at kappast við privatu vinnuna
Á Flokstinginum hjá Tjóðveldi leygardagin umrøddi Hilmar Eliasen eisini hesi viðurskifti. Sambært Suðuroyarportalinum segði hann, at ætlanin hjá SSL var ikki at fara í nakra kapping við privatar veitarar, men heldur hinvegin at geva privatum veitarum ein nýggja møguleika. Pláss er fyri 25 trailarum á dekkinum á Galaxy
Strandferðslustjórin greiddi tá eisini frá, at umframt høvuðsbakgrundina – at fáa betri váðastýring av Suðuroyarleiðini við eyka skipið fyri Smyril – so er tankin eisin, at Skotlandsrutan skal geva betri samband úr Suðuroynni og út í heim og ikki minst geva fleiri ferðafólkum møguleikan at koma til Suðuroyar.
Ætlanin um Skotlandssigling, sum SSL hevur arbeitt við, fevnir um 3 túrar um vikuna úr Suðuroynni (av Krambatanga ella Vági) og til Scrabster. Ferðin tekur 15 tímar.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











