Bygdaleiðir fer at koyra við skerdari ferðaætlan
Almennu myndugleikarnir við Kreppuráðnum og Fíggarmálaráðnum á odda fara saman við Strandfaraskipum Landsins at seta í verk eina skerda tilkalli-útgávu av Bygdaleiðum í gongd. Í fyrsta umfari frá týsdegnum 14. apríl.
Landslæknin hevur góðkent mannagongdirnar til ferðing við Bygdaleiðum.
Skerda tilkalli ferðaætlanin fyri Bygdaleiðir er klár at seta í verk, og hevur verið viðgjørd og mett í mun til flutning til og frá oyggjunum til og frá meginøkinum. Haraftrat hava verandi átøk tikið støði í skilagóða samstarvinum millum Strandfaraskip landsins og Atlantic Tyrlutænastuna. Ein tænasta, sum til eina og hvørja tíð skal kunna halda bráfeingis- og neyðsynjarflutningin virknan út til útoyggjarnar, har flest øll eru eldri íbúgvar, sum eru avbyrgdir frá vanligum hentleikum, sum meginøkið hevur.
Fyri at byrja Bygdaleiðir í skerdari tilkalli-útgávu, hevur verið neyðugt at fáa til vega alneyðugar mongdir av spritti úr útheiminum. Við eini skynsamari og varandi logistikkloysn, kann skerda koyringin hjá Bygdaleiðum byrja aftur mánadagin.
Stóru bussarnir á útvaldu leiðunum fáa nummur innan við 9 setrum, sum eru tøk til hvønn túr, og teir lítlu bussarnir fáa nummur við 3 setrum.
Til skerdu tilkalli-útgávuni av Bygdaleiðum skulu ferðandi boða frá teirra ferðing við navni og telefonummari í seinasta lagi klokkan 19.00 dagin fyri, um tey skulu við einum bussi.
Bussførarar fylgja mannagongdum, sum landslæknin hevur góðtikið. Ferðandi verða biðin at minka um smittuvanda við at fylgja øllum tilmælum frá almennum myndugleikunum.
Tað verður – enn sum áður - rátt til at ferðast minst møguligt við almennari samferðslu, og bara um tað er alneyðugt.
Leiðirnar, ið verða settar í gongd týsdagin 14. apríl, eru hesari:
Leið 100: Tórshavn – Vestmann
Leið 300: Tórshavn – Flogvøllurin – Sørvágur
Leið 400: Tórshavn – Klaksvík
Leið 500: Klaksvík – Viðareiði
Leið 600: Skopun – Skálavík
Leið 700: Sumba – Vágur – Tvøroyri
Leið 701: Fámjin – Tvøroyri – Sandvík
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











