USA framt rakettálop á Sýria
Amerikansk hernaðarskip bumbaðu í nátt eina støð hjá sýriska flogvápninum. Álopið er eitt eitt aftursvar fyri gassálopið fyrr í vikuni.
Eftir boðum frá amerikanska forsetanum skutu hernaðarskip 59 Tomahawk-rakettir eftir eini hernaðarstøð hjá sýriska flogvápninum. Støðin liggur einar 40 km. eystan fyri Homs. Málini vóru flogbreytir, hangarar, torn og vápnagoymslir.
Talan var um tvey skip: USS Porter og USS Ross, ið liggja har eysturi í Miðjarðarhavinum.
Ein talsmaður fyri Pentagon sigur við Fox News, at sum er sær út til at álopið hevur gjørt sera stóran skaða á flogstøðina. Millum annað hevur man rakt fleiri flogflør umframt útgerð og tað stuðlandi infrakervi. Enn er óvist hvussu nógv hava latið lív.
Seint hósdagin søgdu keldur í fregnartænastuni seg vera samførdan um, at álopið var framt av sýriskum flogførum.
Sambært Trump sjálvum, so stavaði gassálopið týsdagin frá júst hesi hernaðarstøðini. 72 fólk, harav nøkur og tjúgu børn, lótu lív í tí álopinum.
Embætisfólk úr Pentagon siga, at man ávaraði russisku myndugleikarnar um álopið, eins og man boða teimum sameindu hjá USA frá áðrenn álopið var framt. Pentagon hevur vátta at russar vóru á hernaðarstøðini, men at teir høvdu fingið fleiri ávaringar um at fara.
Russland hevur funnist hvassliga at álopinum, og kallar tað eitt álop á ein sjálvstøðugan stat, og brot á altjóða lóg.
Líknandi tíðindi
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











