#Blackout Tuesday og tónleikavinnan
Í samband við mótmælini móti harðskapi framd av løgregluni í USA og rasismu í samfelagnum sum heild, hevur m.a. tónleikavinnan gjørt av at kalla dagin í dag, 2. juni, fyri “Blackout Tuesday” við egna heitinum, #TheShowMustBePaused.
Tað vil siga, at tónleikurin í mest møguligan mun tagnar um allan heim í samhuga við svarta samfelagið, nú George Floyd, Ahmaud Arbrey og Breonna Taylor eru dripin, eftir øllum at døma tí tey vóru svørt.
Tað er ymiskt, hvussu tónleikastovnar og tónleikarar vísa sín samhuga. M.a. hevur Spotify gjørt av at leggja 8 minuttir og 46 sekunds tøgn afturat ávísum podvørpum og spælilistum í dag - hendan tøgnin varar líka leingi, sum tað tók einum løgreglumanni at drepa George Floyd. Onnur geva ongan tónleik út í dag, og velja at seta eina svarta mynd á sosialu miðlarnar.
Tað er leiðslan í stóra plátufelagnum, Atlantic Records, sum heitir á alla tónleikavinnuna um at vísa samhuga, og plátufeløgini Def Jam Recordings, Interscope, Sony Music, Columbia Records, Universal Music vera væntandi við í átakinum.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











