Myndarøð: Stórt grót í innsiglingini í Skopun
Herfyri tók bilaferjan Hasfjord í botn í innsiglingini í Skopun. Orsøkin til skaðan var, at nógv grót liggur á botni í innsiglingini.
Skipið fekk nakað av skaða og var beinanvegin silgt til umvælingar. Sum skilst er skaðin nú umvældur.
Í løtuni er felagið S.J.H. Commercial Divers í fer við at fáa grótið upp av botninum í Skopun. Talan er nógv og stórt grót. Tað er Articon sum stendur fyri arbeiðnum.
Kráni stendur á bryggjuni og kavarar frá S.J.H. Commercial Divers arbeiða í sjónum í løtuni. Stjóri í felagnum S.J.H. Commercial Divers er Símin Jákup Højsted.
Steinurin á myndini vigar um 18 til 20 tons.
Sí myndir, sum S.J.H. Commercial Divers eigur
Les eisini Brand Sandoy, um játtanina til upptøkuna av grótinum.
https://r7.fo/news/25126/brandur-sandoy-so-er-eykajattanin-samtykt
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











