Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

Stríðið millum Koda og Youtube er ikki av

Innanlands, Mentan, Uttanlands | 19/08-2020 17:00

Ósemjan millum rættindafelagsskapin, Koda, og Youtube hevur fylt nógv í miðlunum seinastu tíðina. Enn er ongin semja komin í lag, men tað verður samráðst av øllum alvi. Tað boðar stjórin í Koda, Gorm Arildsen, frá í skrivi, sum varð sent til limirnar í Koda í gjár.

Stríðið snýr seg um, at Koda arbeiðir fyri, at danskir - og fyri so vítt eisini føroyskir - sangskrivarar og tónaskøld, skulu fáa meira útgoldið frá Youtube, tá fólk lurta eftir teirra tónleiki á stóra miðlinum. Men hetta góðtekur Youtube ikki, og sigur, at Koda fær sama útgjald sum onnur lond. 

Tað er risafyritøkan, Google, sum eigur Youtube.

Samráðingarnar ganga fyri seg í Polaris Music Hub, sum er felagið, sum stendur fyri samráðingunum vegna Koda og aðrar samsvarandi stovnar í Norra og Finlandi.

Stjórin í Koda sigur, at tey eru komin langt í samráðingunum, men enn eru nakrir stórir knútar, sum skulu loysast, áðrenn rokkið er á mál. Tí er tað torført at siga, júst nær ein avtala er klár, sigur Gorm Arildsen.

Arildsen sigur, at hetta er eitt prinsipielt mál.

- Tað er týðiligt, at hetta stríðið millum Koda og Google vísir á ein spurning, sum er størri enn bara Koda. Millum annað vísir tað á, at risafyritøkur arbeiða út frá málsetninginum, at tær ráða yvir øllum marknaðinum. Fyri tað næsta sæst, at Google ikki ynskir at taka atlit til viðurskiftini í Danmark og Norðanlondum. Koda hevur í veruleikanum stríðst móti Youtube seinastu 12 árini, sigur stjórin í Koda.

Hann vísir á, at tá alnetið varð til, var beinavegin brúk fyri einum regluverki, sum gjørdi at netútbjóðarar ikki stóðu við ábyrgdini av øllum tí, sum ferðast runt í kaðalunum. Hetta varð so gjørt. Men tá í tíðini gav ongin sær far um sosialar miðlar og um Youtube. 

Tá Youtube seinni varð til, var fyritøkan skjót, og segði, at Youtube er ein pallur, har brúkararnir sjálvir leggja tilfar út - og eru tí fevnd av sama regluverki, sum netútbjóðararnir. Og tí metti Youtube, at fyritøkan hevði loyvi at brúka alt, sum varð lagt á heimasíðuna - uttan at gjalda fyri tað.

- Hetta hevur verið útgangsstøðið fyri allar samráðingar við Youtube líka síðan. Politikarar hava sagt hetta vera størsti stuldurin av list í hundrað ár. Tað er torført at gera eina avtalu við ein kunda, sum heldur at hann kann brúka vørurnar fyri onki. Tíbetur eru fólk við at vakna, og skilja at spælireglurnar á netinum tørva politiskt eftirlit, sigur Gorm Arildsen, stjóri í Koda.


Lagt út: Sissal G. Magnussen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi