Juvel II vitjar Sandoynna - Heini Lútzen og Svein í Prestgarði

Juvel II vitjar í Sandoynni hetta vikuskifti. Manningin kemur at hava fylgjandi møtir um alla oynna:
Fríggjakvøldið kl. 20:00 møti í Kelduni í Skálavík.
Leygarkvøldið kl. 20:00 møti í ungmannahúsinum á Sandi
Sunnukvøldið kl. 18:00 vitjar manningin í Missiónshúsinum í Skopun.
Um viðrar verða útimøtir í eysturbygdunum, og eisini er ætlanin at vitja ellis- og sambýlini í oynni. Blandaðar sangkreftir vera við m.a. Heini Lútzen og Svein í Prestgarði.
Tað verður farið av Klaksvík fríggjamorgunin kl.10:00, og Juvel II kemur á Skopun seinnapartin fríggjadagin og verður liggjandi til sunnukvøldið. Orsaka korona ber ikki til at bjóða umborð til opið skip, men er onkur einstakur hugaður at vitja umborð er ein vælkomin til tað.
Møtini verða lýst leypandi í Kringvarpinum, og eisini ber til at fara inn á heimasíðunum hjá Lindini og EVR, og eisini á facebookvangan hjá Poul Jóhan Djurhuus og síggja skránna yvir vitjanina.
Kristiliga Tíðindatænastan
v/poul jóhan djurhuus
gjaranes@gmail.com
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











