Lág renta sparir landinum næstan 6 mió kr. árliga
Landskassin fer næstu 6 árni at spara umleið 5,9 mió. krónur í rentuútreiðslum um árið, orsaka av eini umfígging, sum Landsbankin hevur gjørt.
Landsbankin seldi í gjár fyri 550 mió. krónur í nýggjum lánsbrøvum fyri eina effektiva rentu á 0,59%. Hetta lánið saman við einum 15-ára láni á 450 mió. kr., sum varð tikið í mai, verður brúkt til at endurfíggja landskassaskuld frá 2013, sum fellur til gjaldingar 27. juni í ár. Tann skuldin hevur eina rentu á 1,75%. Næstu seks árini merkir hetta eina lægri rentuútreiðslu fyri hendan partin av skuldini á umleið 5,9 mió. kr. um árið.
Landsbanki Føroya og Nordea Bank hava fyrireikað lántøkuna, og Nordea Bank hevur selt lánsbrøv uttanlands. BankNordik, Betri Banki, Norðoya Sparikassi og Suðuroyar Sparikassi hava havt søluna um hendi í Føroyum.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











