Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Burðardygg Halloween

Innanlands | 25/10-2022 11:00

Eins og á hvørjum ári fyllist “fjasbókin” komandi tíðina við harmaljóði um amerikonsku siðspilluna Halloween


Eins og á hvørjum ári fyllist “fjasbókin” komandi tíðina við harmaljóði um amerikonsku siðspilluna Halloween, ið fær alsamt djypri fastatøkur í føroyingar, serliga føroysk børn.

Eg loyvi mær at endurgeva eina dagføring av mongum (Nicolina Dahl, 24. okt.): “Nú koma allar tær óhugnaligu myndirnar av fittum børnum, sum skulu pyntast sum grýlur í úrtíð. Nú gongur ein heil vika við hallovini. Eg orki ikki fyri hesum allahalganarfjasinum, sum klætt í amerikanskum læntum fjaðrum skolar inn yvir okkum. Tað er mær ein stór  gáta, hvussu skjótt tað er at fáa eitt slíkt rák at henda - fyri fáum árum síðan vildi eg havt forsvorið, at eisini vit í Føroyum skuldu hoppa upp á hetta. Men tað er sjálvandi handilsvinnan, sum vil vinda tey seinastu oyrini burtur úr fólki, áðrenn jólaresið byrjar! Og so gremja fólk seg um, at børn fáa marruna. Ikki er tað løgið. Eg vil onki hava við hetta at gera - meldi meg burtur úr hesum fjasinum. Akkurát sum vit ikki hava nokk av grýlum hangandi í hvørjum pela longu.”

At vit so at siga hava eitt “dupult Halloween” í ár, tí at Fólkatingsvalið er lagt sama dag, er ein gløgg og skemtingarsom eygleiðing. Vaksnu “grýlurnar” bidda tó ikki bomm, men atkvøður, og tær royna ikki at síggja andskræmiligar út, men eru allar stórsmílandi og fyrikomandi.

Tíverri verður ein annar sera vanligur feilur gjørdur í hesi dagføring: javnseting millum Halloween og Alrahalgannadag. Hetta er ein misskiljing. Halloween - brongl av All Hallows' Eve - er dagurin fyri Alrahalgannadag og verður á føroyskum nevndur Alrahalgannaaftan. Gaman í hava vit ikki havt siðvenju at halda hendan dag, men nú er hendan siðvenjan komin til Føroyar við buldur og braki.

Og er tað ikki gott?
● 31. oktober er Alrahalgannaaftan (Halloween)
● 1. november er Alrahalgannadagur (umframt Minnisdagur teirra sjólætnu)
● 2. November er Alrasálnadagur (Dio de los muertos)

Hendan “forfedrahøgtíð” verður eins og jólini verða hildin við trimum døgum: Jólaaftan, Jóladagur og Stefansmessa.

Rudda rótikassan, heldur enn at blaka rótikassan burtur
Nógv - eins og Nicolina Dahl - harmast helst mest um handilsgerðina (kommersialiseringina) av Halloween - at hesin dagur er reduseraður til bíligt plastikk, tóma materialismu, góðgæti og ræðslufilmar. Og hví skulu børn nú ganga grýlu tvær ferðir um árið, heldur enn bert føstulávint?

Bland kemur í siðvenjurnar.
Onnur harmast meiri um, at hesir dagar eru ein leivd frá katólskari tíð og tí eiga at skúgvast til viks. Ivaleyst hevur hetta verið ein orsøk til, at Minnisdagur teirra sjólætnu varð lagdur 1. november, heldur enn 2. November - Alrasálnadag, har hann í grundini hoyrir heima. Umvent er funktiónin hjá Alrahalgannadegi í stóran mun flutt til sonevnda Alrahalgannasunnudag, ið í ár er 6. november. Halloween er gudfrøðiliga enn ivasamari, tí dagurin hevur røtur í írskum/keltiskum heiðinskapi, tó at dagurin nú er tulkaður inn í kristna (katólska) siðvenju. Jólini vóru jú
upprunaliga eisini heiðin, so hetta nýtist ikki at vera nøkur forðing.

Vit kunnu undir øllum umstøðum staðfesta, at talan er um ein bæði gudfrøðiligan og mentanarligan rótikassa. Her er lítið skil í, og tørvur er helst á eini vegleiðing í hvussu vit skulu fata og praktisera hesar dagar. Hugsi at landsins prestastætt hóskandi kann taka hesa nýtulkingaruppgávu upp á seg.


Tí grundboðskapurin hjá hesum trimum heysthalgidøgum er góður. Vit hava ein dag at minnast okkara forfedrar, ein dag at minnast okkara halgimenni og ein meiri fjasutan dag til børnini - rættiliga átøkt jólaaftan, ið nógv hava lyndi til at blanda við jóladag - eins og Nicolina blandar Halloween við Alrahalgannadag.

Burðardyggar høgtíðir - eitt gott mál
Eg eri samdur í, at vit áttu at ment nakrar meiri burðardyggar siðvenjur til Alrahalgannaaftan enn at keypa inn undir okkum av plastikkvørum. Hetta er als ikki í tráð við tíðarandan og átti at verið skift út við betri, burðardyggari siðvenjur. Men hóast siðvenjurnar eru vorðnar hertiknar av handilsvinnuni, merkir tað ikki, at siðvenjurnar í sær sjálvum eru ringar. 

Annars er siðspilla av halgidøgum als einki nýtt. Í katólsku kirkjuni hevur Alrasálnadagur eisini verið brúktur til at selja avlátsbrøv fyri deyðar forfedrar, soleiðis at teir lættari skuldi sleppa ígjøgnum skerseldin. „Sobald der Gülden im Becken klingt im huy die Seel im Himmel springt“, sum snildi týski presturin Johann Tetzel skal hava sagt, tá hann royndi at selja frelsu fyri pengar.

Tørvur er at endurtulka Alrahalgannaaftan, eins og at vit eiga at blása nýtt lív í Alrahalgannadag og Alrasálnadag. Her er - á tríggjar sera ymiskar hættir - rúm fyri uppbyggiligum felagskapi: Fjas og fjant 31. Oktober, djúpt álvarsemi 1. november og familjusamanhald 2. November.

Tí vit hava tørv á eini høgtíð um heystið. Sum nú er er alt tíðarskeiðið frá Ólavsøku til Advent ein long, verðslig oyðimarkargongd. Alt gott um Trinitatis, men tríggir samfullir mánaðir uttan høgtíð er ov nógv.

Haldi at tað ræður um at brúka hesar halgidagar til nakað gagnligt, heldur enn bara at øsa seg um, at handilsvinnan roynir at selja okkum skrambul, ið verður brúkt einaferð og síðani blakað burtur. Og júst hetta sama kann sigast um jólini, ið eru vorðin alt ov handilsgjørd seinastu árini. Tíð er upp á at finna aftur til kjarnuna í halgidøgunum, heldur enn at fylla teir við innantómum skrambli og lættisoppa undirhaldi.

Eg vil ikki siga, at burðardygd skal gerast til eina religión í sjálvum sær, men hinvegin er burðardygd ein sjálvsagdur partur av kristnari siðvenju.

Sámal Matras Kristiansen


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi