Framgongd í fiskivinnuni
Avreiðingarvirði øktist 700 mió. frá 2021 til 2022. Uppsjóvarskipini stóðu fyri 60% av framgongdini
Avreiðingarvirði øktist 703 mió. frá 2021 til 2022. Av økingini stóðu uppsjóvarskip fyri 60%. Tað var nøgdin sum broyttist, meðan prísirnir stóðu nærum í stað.
Vit hava gjørt yvirlit yvir avreiðingarvirði og nøgd fyri tey 4 fiskasløgini og samanbera 2022 við 2021
Prísur á makreli og sild broyttist ávíkavist +2%og -3%. Svartkjaftaprísurin øktist 14% og lodnuprísurin lækkaði rættuliga nógv.
Vit síggja at nøgdirnar av øllum fiskasløgunum øktust. Makrelur heili 30% sum sæst best aftur í krónum meðan lodnukvotan var 4 ferðir stórri enn í 2021.
Avreiðingarvirði øktist 427 mió. hjá uppsjóvarskipum. Oljunýtslan í 2022 var munandi størri enn í 2021. Tey brúktu fleiri litrar og prísurin hækkaði eisini munandi. Hýruprosenti er ofta á leið 30%.
Sostatt eru ikki nógv fleiri krónur til hvørt av teimum 17 skipunum. Men tey líða onga neyð.
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Meginfelag Útróðrarmanna havt limafund

So svakan havi eg ongantíð sæð Tobba verið!
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











