Donsk fyritøka brúkar russiskan fisk til McDonalds
Stóra danska flakavirki sum Espersein eigur, framleiður fiskin sum McDonalds brúkar til Filet-0-Fish í 40 londum í Europa
Danska fyritøkan Espersen brúkar framvegis russiskan fisk til at framleiða vørur til McDonalds í 40 londum í Europa. Fyri viku síðan upplýsti stjórin at Espersen heldur áfram at keypa russiskan fisk og vísti á at broytingar kundu gera matvørutroti, sum er ymsa staðni í heiminum enn størri.
Í Føroyum er spurningurin um hvat vit skulu gera við sáttmálan við Russarar. Danskir politikarar blanda seg eisini uppí. Seinast við einum gomlum radiosendara. Vit hava havt sera nógva vitjan av donskum politikarum seinastu tíðina.
Um vit velja at slíta gamla samstarvi er ein politiskur spurningur. Tað sær tó ikki út til at politikarar hava argumentir fyri sínari støðu aftaná kríggj í 1 ár, tó at ongur frágreiðing sigst verða ávegis. At meina at tað Russland ger er skeivt og at vit tí skulu slíta alt samstarv hevur ávirkan á flest øll í Føroyum og tí áttu okkara politikarar at havt eina meining, við sakligum argumentum, at stuðla uppundir.
Um vit uppsiga fiskiveiðuavtaluna við Russland, so fiska russar toskin og selja hann til Espersen, sum so aftur selur hann til McDonalds í 40 europeiskum londum. Vit fiska svartkjaftin og framleiða hann til mjøl.Úrslitið fyri Føroyar verður á leið tað sama. Í afrika, sum keypir frysta svartkjaftin sum mat, fara tey at mangla 100.000 tons av matvørum. russar fiska tá meira enn teir gera í altjóða sjógvi og ti verður tað vinningur fyri teir. Normenn meina at tað at slíta samstarvi er til skaða fyri fiskastovnarnar at slíta samstarvi við Russland.
Russisk skip sleppa undan at brúka Føroyskar havnir.og vinningurin av tí samhandli verður tá burtur. Tá Føroyar skulu samráðast um uppsjóvarfisk, við hini londini, verður Russland ikki í parti við okkum, eins og nú. ES boykottaði okkum seinast og tá vit ikki hava alternativ, er okkara samráðingarstøða munandi verri.
Alt hetta eru spurningar, sum vit áttu at vita svarið á, áðrenn vit taka støður til boykott og uppsøgn av sáttmálum.a Somuleiðis eiga vit eisini at hyggja eftir, hvussu onnur boykotta og at fiskur er matvøra, sum Biden og ST aðalskrivarin hava sagt ikki skal boykottast.
Nógv fólk meina at vit skulu taka eina moralska avgerð. Tey siga vit eru eitt ríkt samfelag. Ein moralsk avgerð skal eisini grundast. T.d. minka pengarnir í samfelagnum, so skal onkur endurgjalda teimum sum missa. Enn hava vit ikki hoyrt nakran bjóða sær at endurgjalda missin av at samstarv endar.
Tað er neyvan lætt at viga eitt stórt samstarv og nýggjasta kanningin hjá Javnaðarflokkinum á Danatingi vísur at næstan ongin veit nakað um hetta samstarv. Tað tykist tó ikki forða fólki í at hava eina meining.
Mest lisið í farnu viku

Andakt
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











