Dan Jugernsen nýggjur venjari hjá STÍF
Nýggi venjarin fær ábygdina av besta kvinnuliðnum og verður høvuðsvenjari hjá øllum gentuliðunum
StÍF og Dan Muurholm Jürgensen hava gjørt avtalu um samstarv fyri komandi kappingarár.
Dan verður nýggjur høvuðsvenjari hjá besta kvinnuliðnum hjá StÍF. Hann verður eisini høvuðsvenjari hjá øllum gentuliðunum. Ein týðandi partur av hansara arbeiði er at menna og kveikja verandi og nýggjar hjálparvenjarar. Hann fer eisini at skipa fyri átøkum, sum styrkja felagsskapin og samanhaldið hjá børnum, ungum og teimum vaksnu.
Hann verður við í arbeiðinum hjá StÍF at geva ráð og íkast til bygging av nýggjari ítróttarhøll á Strondum.
Dan er 43 ára gamal og er úr Danmark. Hann hevur drúgvar og fjølbroyttar royndir sum venjari hjá bæði børnum og vaksnum. Han hevur hondbóltsvenjaraútbúgving og fleiri leiðsluroyndir. Hann hevur í nøkur ár arbeitt við talentmenning í Aabenraa og Sønderborg.
StÍF fegnast um hetta nýggja samstarvið við Dan og bjóðar honum hjartaliga vælkomnum í felagið.
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Gobal warming

Hví skulu ríkar konur í Hoyvík fáa 100.000 í stuðli til óneyðugt bilkeyp

Sannlíkt at Ukrainsk raket drap 16 ukrainar

Stórfundur um at hjálpa Ukraina

Zelinski vrakaður í Ísrael
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











