Forsetin í Estlandi samstarvar við Russland
Kaja Kallas lánti manninum 1,8 mió. í okkara peningi soleiðis at fyritøku hansara, sum samstarvar við Russland. Nú kann hon verða noydd at leggja frá sær
Kaja Kallas, forseti í Lettlandi síðan 2021, verður mett at verða tann ES forsetin sum hevur verið mest ímóti Russlandi. Nú er komið fram, at maður hennara samstarvar nógv við Russland. Fyritøkan hevur selt fyri meira enn 200 milliónir til Russlands síðan februar 2022.
Tíðindi um hetta byrjaðu í seinastu viku.
Nú tykist støðan verða so mikið álvarsom at roknast kann við at Kaja Kallas noyðist at leggja frá sær. Fyritøkan hjá manninum hevur onki ólógligt gjørt. Men av tí at Kaja Kallas hevur heitt á øll um at gevast við at samstarva við Russland, meðan hon sjálv, umvegis mannin og lán til mannin, ikki ger tað sjálv, verður mett at tað verður sera trupult hjá henni at halda áfram í sessinum.
Mest lisið í farnu viku
Heilsutrygdargjald
Tupperware á húsagang
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur