Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Trygdarpolitiskt grenj

Innanlands | 30/08-2023 14:58

Í sonevnda “radaramálinum” skuldi tað vera ein trupulleiki, at føroyingar vóru kunnaðir ov seint, og í málinum um “verjusemjuna” er kunningin komin ov tíðliga

Eitt ávíst orðaskifti hevur tikið seg upp um føroyskan trygdar- og verjupolitikk. Ein spurningur sum verður
viðgjørdur er, nær føroyskir myndugleikar skulu fáa kunning frá donsku stjórnini um teirra framtíðarætlanir
á hesum økinum. Onkur heldur at vit fáa ov lítið at vita, og onkur annar heldur, at kunningin kemur ov seint.

Og so eru tað eisini nøkur sum finnast at øllum, líkamikið hvat hendir. Tað virkar sum, at tað fyri hesi er eitt
mál í sær sjálvum at vera misnøgdur.

Tíbetur er tað so, at tá danska stjórnin fær at vita, at okkurt kundi verið gjørt øðrvísi, so roynir hon at laga
seg eftir tí og ger tingini betur. Men tað er ringt at laga seg eftir teimum, sum hava sett sær fyri at vera
ímóti øllum.

Høvdu onga ávirkan

Í januar 1999 segði Anfinn Kallsberg, løgmaður fyri fullveldislandsstýrið, í eini frágreiðing til Løgtingið um
uttanlandsmál, at “danska stjórnin hevur ongantíð heimilað landsstýrinum at luttaka í trygdarpolitiskari
málsviðgerð.”
Tvey ár seinni (eftir at fullveldissamráðingarnar vóru slitnaðar) segði hann í eini tilsvarandi frágreiðing:
“Hóast útgangsstøðið er tann fulla sjálvstøðan, forðar tað ikki fyri, at vit eisini sum ósjálvstøðugt land royna
at virka á hesum øki við umhugsni og royna at fáa so stóra ávirkan, sum nú einaferð er møguligt í verandi
rættarstøðu.” Hetta var málsetningurin í “nýggju sjálvsstýristilgongdini” hjá táverandi landsstýri.

Nýggjar tíðir

Nøkur ár seinni bleiv Fámjinsskjalið undirskrivað og vit fingu uttanríkispolitisku heimildarlógina. Men tá
segði Tjóðveldi (sum nú var andstøðuflokkur), at ein sjálvsavgerðarrættur hevði einki virði, so leingi sum
hann ikki var fráboðaður ST.

Og so bleiv tað gjørt. Ein fráboðan um nýggju støðuna bleiv send til ST, men tá vóru tey í Tjóðveldi heldur
ikki nøgd, og settu spurnartekin við tað sum stóð í fráboðanini.

12 ár seinni gjørdi Magni Arge, fólkatingsmaður, nógv burturúr, at hann ivaðist í, um fráboðanin nakrantíð
var send til ST. Og soleiðis koyrir tað alla tíðina – einki er gott.

Føroyingar verða kunnaðir og tiknir við uppá ráð

Í apríl 2019 legði Poul Michelsen, landsstýrismaður, eina frágreiðing um uttanríkispolitikk fyri Løgtingið. Har
segði hann millum annað:
“Vísandi til bæði Løgtingssamtyktina frá 2004 og til Fámjinsskjalið hevur landsstýrið í fleiri førum mótvegis
donsku stjórnini víst á, at tørvur er á betri kunning um trygdarpolitisk og verjupolitisk mál. Eitt úrslit av
hesum er, at arbeitt nú verður við at leggja lunnar undir mannagongdir, sum kunnu tryggja, at føroyskir
myndugleikar verða kunnaðir og í størri mun verða tiknir við uppá ráð í trygdar-og verjupolitiskum
spurningum, sum eru viðkomandi fyri Føroyar.”

Og tað er júst tað, sum hevur verið gjørt tey seinnu árini. Landsstýrið hevur fingið nógv meira kunning og
ávirkan á hesum økjum, men nú er hetta ein trupulleiki hjá Tjóðveldi, sum ikki longur kann vísa á, at
ríkisfelagsskapurin forðar fyri hesum møguleikunum. Eitt er, at tey spæla fornermað og royna at skapa
ruðuleika, men tað ringasta er, at tað er júst formaðurin í Tjóðveldi, sum er settur at umsita hetta málsøkið í
Tinganesi.

Í sonevnda “radaramálinum” skuldi tað vera ein trupulleiki, at føroyingar vóru kunnaðir ov seint, og í
málinum um “verjusemjuna” er kunningin komin ov tíðliga. Eisini verður nógv gjørt burturúr, hvør annar
situr við samráðingarborðið.

Spurningurin er, hvussu leingi eitt landsstýri undir Javnaðarleiðslu kann loyva sær at spæla leiklutin sum tað
fornermaða barnið, sum bara grætur um tað, sum tað ikki fær, heldur enn at brúka møguleikarnar sum
standa víðopnir?

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi