Hví skulu ríkar konur í Hoyvík fáa 100.000 í stuðli til óneyðugt bilkeyp
El-bilar eru rættuliga dýrir hóast teir sleppa undan avgjøldum. Tað er svagligt at geva ríkum fólkum 100.000 krónur úr landskassanum til at keypa bil
Bilkeyp er soleiðis at vit øll keypa bil eftir sum ráðini eru, ella hvussu nógv bankin vil fíggja. Sostatt verður landskassastuðul til El-bilar einans brúktur til at keypa ein eitt sindur størri og dýrari bil.
Tí áttu vit at spurt, um tað er rætt at geva stuðul sum endar sum størri og dýrari bilur. Og tá hevði verið óneyðugt at diskutera um bilasølur tjena ov nógv.
Tey sum ynskja at verða grøn keypa ein el-bil fyri 5-600.000 við ella uttan stuðul. Hvussu stóran bil tey fáa avhongur av stuðlinum úr landskassanum. Í løtuni stuðlar landskassin el-bilar við kr. 100.000 pr. stk.
Tað a-sosiala við hesum er, at tað krevst høg inntøka fyri at fáa lut í hesum stuðli.
Endamálið við hesum stuðli er at alt skal verða meira grønt. Men størri bilur vigar meira og størri battarí vigar øgiliga nógv meira. Og slit av vegnum er øgilga nógv størri tá vektin á bilinum økist 20-50% og tí er frítøka av vegskatti ikki samsvarandi við ynskinum um at verja umhvørvi.
Í USA sigur governmental accountability office hetta um hægri vekt á bilum og vegslit. Ein trailari sum vigar 40 tons slítur vegin eins nógv sum 9.600 bilar.
About 22 percent of all loaded tractor-trailers exceed State weight limits, and the percentage ranges as high as 81 percent for other types of trucks. This is significant because a five-axle, tractor-trailer loaded to the 80,000-pound Federal limit, has the same impact on an interstate highway as 9,600 automobiles. In addition, as truck axle weights increase, pavement damage increases an at even faster rate. For example, while a truck axle carrying 18,000 pounds is only 9 times heavier than a 2,000-pound automobile axle, it does 5,000 times more damage. Although excessive truck weight is a major contributor to highway wear, Federal weight limits do not apply to at least 95 percent of the Federal-aid highways.
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Broytingar í bókasøvnum kring landið
Eldur í norskum trolara
Fara undir Tjørnuvíkartunnilin næsta ár
Fleiri serlæknar
Føroyingar trívast, men ungar kvinnur víkja frá
Hesi fimm økini eiga at fylla nógv í kommunuvalstríðnum
Hetta kunnu foreldur gera fyri at fyribyrgja, at børn koma illa fyri á netinum
IRF og KOB í eina felags skipan
John Bull
Laksaprísurin lágur, men hækkingar í væntu
Makrelkvotan minkar 22% í 2025
Nýggj ferja til Kalsoyarleiðina
Nýtt Brekumboð
Toskakvotan á Flemish Kap hækkar 202 tons
Undirskot á fíggjarlógini verður 83 milliónir
Uttan hoyringar vikna rættindi og almenn fíggjarstýring
Váðameting gerast fyri Føroyar
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur