Kaldar føtur á Løgtingi
Hóast samgongufundir, hoyringar og næstan tveim mánar í Løgtinginum, tykjast nøkur tingfólk ikki vita, hvat tað var tey samtyktu, meðan onnur tykjast vita
Nú er røring í, tí tað vit vistu fór at henda, nú er hent. Nøkur tingfólk antin fáa kaldar føtur ella eisini vistu tey ikki hvat tey hava samtykt.
Málið er sera greitt. Landsstýri ynskti størri avgjøld á alivinnuna. Síðan bleiv eitt uppskot gjørt og sent til hoyringar og at enda samtykt.
Ongin lurtaði eftir hoyringsskrivum og uppskotið bleiv samtykt.
Lógaruppskotið bleiv, aftaná at hava verið til hoyringar, lagt fram 28 mars og samtykt 17 mai
19 mars skrivar Havbúnaðarfelagði hoyringsskriv til Løgtingi. Har lesa vit: Grundarlagið verður tikið undan meirvirkaðum laksavørum
Í Mai skrivaði Bill Justinussen hesa grein um at 300 arbeiðspláss verða mist og hon kann lesast her
Kári Egholm Jacobsen skrivaði grein um hetta sama í juni, tó at orginalurin sást á Facebook hjá Kára longu í mai. Greinin kann lesast her
Somuleiðis upplýsti stjórin á Bakkafrost, at landsstýrismaðurin á Laksatorgi í Runavík fyrr í summar hevði upplýst honum, at teir fóru at finna eina loysn.
Síðan tíðindi um uppsagnir bórust, hava rættuliga nógvir stuðlar hjá Tjóveldi verið frammi við øgiliga nógvum søgum. Av tí at vit síðan mars í ár hava fingið at vita, rættuliga neyvt, hvat avleiðingin av broytingini er, kann staðfestast at talan er um uttanumtos, tí tað samsvarar ikki við aðrar upplýsingar.
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Meginfelag Útróðrarmanna havt limafund

So svakan havi eg ongantíð sæð Tobba verið!
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











