Andakt
Páll Poulsen skrivar
So skal presturin taka kurvina úr hond tíni og seta hana niður framman fyri altar HARRANS Guds tíns. 5.Mós.26.4
Tá skalt tú taka til orða og siga fyri ásjón HARRANS Guds tíns: „... Og her komi eg nú við frumgróðrinum av ávøksti landsins, ið Tú, HARRI, hevur givið mær!“ So skalt tú seta kurvina niður fyri ásjón HARRANS Guds tíns og tilbiðja fyri ásjón HARRANS Guds tíns. 5. Mós.26.10
Tá frumgróðuroffrið varð offrað, skuldi offrarin koma við kurv síni fyltari av ávøksti landsins, sum var eitt prógv um trúføstu umsorgan Guds. Tað varð givið prestinum, sum offraði Gudi tað. Tað var mátin offrarin sýndi sítt takksemi fyri Harranum. Sum vit savnast, so eiga vit eisini at koma við fullari kurv av lovoffri – ávøksti varra okkara, Hebr.13.15. Vit bera hana fram fyri okkara Høvuðsprest, Harran Jesus, sum so offrar hana okkara vegna sum eina gleðiga sjóndargering frá einum takksomum hjarta.
Úrvalt - Páll Poulsen týddi úr enskum
Á, ásjón, háðað, bannað,
3. Ja, okkum lær tilbiðja
teg, tú, sum ert so nær,
og lat ta tøkk, vit siga,
á, Harri, toknast tær!
Lat okkum altíð minnast
ta tyngd, sum á tær lá,
inntil hjá tær vit finnast
og takka betur tá!
*Bernard úr Clairvaux, 1091–1153.
{Lag 1: Hans Leo Hassler (Týskl.), 1564–1612}.
{Lag 2: Melchior Teschner (Týskl.), 1584–1635}.
(V. Danielsen týddi úr norskum).
Nr. 124 í NSGF 2015
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Meginfelag Útróðrarmanna havt limafund

So svakan havi eg ongantíð sæð Tobba verið!
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











