Laksaframleiðslan økjast 40% komandi 10 árini
Kontali Analyser, hevur gjørt meting um laksaframleiðsluna komandi árini
Kontali Analyser er helst fremsta greiningarfyritøka innan laksaaling. Teir hava gjørt metingar um komandi 10 árini.
Teir vænta at laksaframleiðslan fer at økjast 40%. Teir hava eisini hugt eftir fortreytunum fyri at hetta skal lata seg gera.
Í Føroyum verðu rokna við at størri smolt, viðførur styttri tíð í sjónum og tí ber til at økja samlaðu framleiðsluna.
Fyritreytirnar eru, at betran av fiskaheilsuni í økjum sum Norra og Chile, tí framleitt verður nær markinum fyri hvat fiskurin tolir. Mett verður at tað ber til og á hendan hátt ber til at økja framleiðsluna.
Í Asia verður stórar íløgur gjørdar í aling á landi og offshore. Men enn er tað á royndarstigi og alibrúkini eru ikki so stór.
Víst verður eisini á vandar sum sjúkur og annað, sum vit hoyra um av og á. Tað kann verða ein forðan fyri væntaða vøkstrinum.
Kotali Analyser nevnir eisini, at til hetta krevjast stórar íløgur.
Mest lisið í farnu viku
1 millard í afturgongd í uppsjóvarvinnuni
Andakt
Exit Føroyar og hagtøl
Halda áfram at fyrireika universitetssjúkrahús
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur