Semja millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið
Partarnir hava gjørt 3 ára sáttmála. Umframt løn er eisini avtala um skipan av arbeiðstíð.
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið tóku í dag undir við semingsuppskotinum, sum Semingsstovnurin legði fyri partarnar í gjárkvøldið tann 11. desember 2024.
Talan er um ein 3 ára sáttmála galdandi frá 1. oktober 2022 fram til 30. september 2025.
Við semjuni hækka lønirnar soleiðis:
1. oktober 2022 hækkar lønin 3,8 %
1. oktober 2023 hækkar lønin 4,2 %
1. oktober 2024 hækkar lønin 4,75 %
Skipan av arbeiðstíð
Ein týdningarmikil partur av semjuni er, at partarnir hava gjørt avtalu um greiðari karmar fyri skipan av arbeiðstíð og arbeiði í vaktarskipan. Millum annað reglur fyri, hvussu vaktarskiftini skulu skipast og hvussu long frítíðin skal vera millum vaktirnar. Harumframt er freistin fyri vaktarbroytingar longd úr 24 upp í 72 tímar.
Semjan heimilar, at partarnir á einstøku arbeiðsplássunum kunnu gera staðbundnar avtalur um arbeiðstíð, sum víkja frá ásetingunum um vaktarskipan sambært nýggju semjuni.
Semingsuppskotið sæst á heimasíðu okkara www.kaf.fo
Tórshavn tann 12. desember 2024
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Avtala gjørd við Noreg um fiskiveiðirættindi fyri 2025
Bústaðir eiga at brúkast sum bústaðir
Fólkapensjón og aðrar almannaveitingar hækka á nýggjárinum
Góðu tinglimir
Jólakonsert í Gøtu Kirkju
Kríggj og stuldur: Yvirtøkan av landbúnaðarjørðini í Ukraina
Laksastuldur
Lomvigin sum skal friðast er útlendskur
Semja millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið
Sildarok í 1941
Strandarlandasemja millum Føroyar og Noreg um norðhavssild
Tilmæli frá Havstovuni um tosk fyri 2025
Vit veiða útlendskan fugl
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur