Lomvigin sum skal friðast er útlendskur
Kaj Eli Sørinsen vísur á, at sambært merkingum er 0,4% av lomviganum sum skal friðast føroyskur og samlaði stovnurin er 18 milliónir lomvigar
Ein bretskur vísindamaður skrivað einafer eftir logna vísundaferð, at ",Føroyingar vita onki um fugl, teir eta hann bara",
Sløk 100 ár seinni, bleiv øll veiða av føroyska lomviganum støðga, og partar av veiðulógini samt vápnalógini blivu broytt, vegna niðurgongd av stovninum.
Semja bleiv gjørd um at veiða eftir Lomviga og Álku skuldi framvegis farast fram frá 1 Oktobur til 20 Januar. Eitt tíðarskeið ið Hvørki Lomvigan ella Álkan er í millum okkum. Hon er í Vetrarvist í ørðum høvum og firðum.
Lomvigan, Álkan og Lundin eru sokallaðir Flytifuglar sum mangir aðrir fuglar.
Taka vit Álkuna so er stovnurin kring oyggjarnar í Oktobur og Novembur flerifaldaður samlaða talið ið Føroyski stovnurin er mettur til at vera, tískil kann hettar ei heldur vera føroyskur fuglur, tað vísur ringmerking eisini.
Samlaði Lomvigar stovnurin er mettur til umleið 18.000.000 fuglar.
-Nøkur almenn Føroysk tøl.
6.357+ Lomvigar eru merktar í Føroyum.
Av teimum 6.357 eru 4 Fuglar sæddir aftir í Føroyskum sjóøki eftir 1 Oktobur, av 802 aftirmeldingum.
Onnur Data:
Tað norðasti funnin við Finnmørkina í noregi, 1810 km frá merkingstaðnum.
Tann Vestasti við Ísland. Tann Sunnasti við England, og tann Eystasti við Norsku strondina.
Nógv tann størsti parturin er sæddur við Norsku strondina ímillum 1 Oktobur og 20 Januar.
Tann Føroyska Lomvigan er sostatt ikki í Føroyskum sjógvi ímillum 1 Oktobur og 20 Januar.
Hendan vísund vísur okkum at 0,4% av Føroyskum Lomviga er í Føroyskum sjóøki ímillum 1 Okt og 20 Januar.
Um ongin virðing er fyri vísindinini á økinum, eru almennu stovnarnir á økinum roknaðir sum virðisleysir og ógegniður yvirfyri egnari gransking, tað er tað klárt.
At fuglur á vetri í Føroyum ikki hevur veri Føroyskur fuglur er aldargomul vitan. Amboð vóru ikki til staðar til at veiða hendan útlendska gestin í gamlari tíð.
Ein niðurskurður er farin fram av veiðudøgum.
Fyrsti niðurskurður var 70%.
Seinna uppskot er 40% av eftirverandi veiðudøgum.
Samlaði niðurskurður er sostatt 81%.
Nú restar bert 19% til veiðubann. Tískil skal ikki ein dagur latast avtrat!.
Vit loyva okkum at siga eitt tal áljóðandi at 5.000. Tað viðførur at 0.02% fuglar vera heystaðir í Føroyskum sjóøki fyri smábátar millum 1 Oktobur og 20 Januar, av teimum eru einans 20 fuglar teoretiskt Føroyskir, um vit fylgja vísundini, ið er at rokna sum fakta.
Til dømis tekur Rovfuglurin fleirifalda tað um dagin í summarhálvuni.
At hettar uppskotið frá Ramsoyggjar nevndini, er komi til verðina til at verja Føroyska Lomviga stovnin, er beinleiðis st siga ósatt.
Hvat er ætlanin við at skerja veiðuna av útlendskum fugli fyri at bøta um føroyska fuglin.
At avtaka ein hálvan Skúgv um árið gevur sama úrslitiðið sum at niðurskera verandi veiðudagar 40%, um vit tosa um at verja Føroyska stovnin væl at merkja.
Í samrøðu við Kringvarp Føroya sigur Harry Jensen at fuglurin á Tangafiri liggur har og krokar vegna óveður er beinleiðis ósatt. Fuglurin liggur líka nógva á Tangafiri góðveðurdagar sum óveðursdagar. Fuglurin er sum fiskur, hann liggur har ið føðigrundarlagið er til staðar, og flytir seg kring oyggjarnar alt eftir hvar í føðin er.
Tað er rætt at árini 2005-2015 var stór afturgongd í Lundastovninum. Tað ið stóð óskriva var at síðani 2015 er ein stór framgongd í Lunda stovninum, og er hann í dag hvørki hóttir ella reyðlistaður. Leggjast skal avtrat at hvørki Lomviga ella Álka eru hótt ella reyðlista, men merkt sum (LC) ið merkir Least Concern.
At hettar Landsstýrið ætlar at skerja longu sperdar familjur, við einum niðurskurði á 40% av veiðudøgum pr borgara fyri teoretiskt sæð 20 stk fuglum er sera harmiligt. Havast skal í huga alt tað mentunarliga virðið og knýtt vinarbond ið hendan veiðan hevur fyri Føroyingar.
At hendan ætlanin av broytingunum í veiðulógini er farin fram uttan at innkalling av ávísum feløgunum og teimum ið eru avvarðandi av hesu broyting er sera óheppi, og sipar ikki til vælvild, samarbeiðið og gegni.
Samarbeiðið er framtíðin.!
Ein vinmaður segði so væl á veiðuferð, -Ongin veit alt, øll vita okkurt, tilsamans blívur tað meira.
Vit løgdu ein 2 minuttir video av lomviga sum kavar djúpt eftir sild.
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Avtala gjørd við Noreg um fiskiveiðirættindi fyri 2025
Bústaðir eiga at brúkast sum bústaðir
Fólkapensjón og aðrar almannaveitingar hækka á nýggjárinum
Góðu tinglimir
Jólakonsert í Gøtu Kirkju
Kríggj og stuldur: Yvirtøkan av landbúnaðarjørðini í Ukraina
Laksastuldur
Lomvigin sum skal friðast er útlendskur
Semja millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið
Sildarok í 1941
Strandarlandasemja millum Føroyar og Noreg um norðhavssild
Tilmæli frá Havstovuni um tosk fyri 2025
Vit veiða útlendskan fugl
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur