Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing

Heldur eingin Veðurlagslóg Nú!

Innanlands | 19/02-2025 10:23

"So fer samlaða orkunýtslan frá at vera 5 prosent til at vera 10 prosent grøn" – So mangla bara 90 prosent í!

Veðurlagslógin, sum segðist hava stóran skund áðrenn seinasta løgtingsval, kemur heldur ikki í hesi tingsetuni. Tað hevur Margit Stórá, landsstýriskvinna, gjørt greitt. Hon segði við Dag og Viku í gjárkvøldið, at uppskotið fer nústani til hoyringar. Tað merkir, at tað í fyrsta lagi verður lagt fyri Løgtingið á ólavsøku. Tá eru næstan trý ár farin av hesum
valskeiðinum.

Tá vit í undanfarna valskeiði løgdu uppskot til samtyktar um veðurlagspolitikk fyri Løgtingi, atkvøddu nøkur javnaðarfólk og nøkur tjóðveldisfólk ímóti, og onnur atkvøddu blankt, tí tey kundu ikki liva við, at tað ikki var eitt lógaruppskot. Eisini søgdu tey, at sambært uppskotinum fór CO2 útlátið ikki at minka nóg skjótt. Men nú tey sjálvi sita við valdinum á triðja ári, er framvegis eingin veðurlagslóg løgd fyri Løgtingið, og CO2 útlátið er ikki minkað, men vaksið meðan tey hava sitið har!

Orka er so nógv annað enn el

Tá talan er um grøna orkuskiftið, hugsa tey flestu um el-framleiðsluna, men orka er so nógv annað enn el.

Á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni ber til at síggja yvirlit yvir orkurenslið í Føroyum.

Sambært tí brúktu vit føroyingar í 2023 tað sum svarar til 3.925 GWt (gigawatt tímar) av orku. Tá eru skip, bilar, oljufýringar, el-framleiðsla, ídnaður og orkutap tald við. Sambært SEV var samlaða el-framleiðslan hetta árið “bara” 457,6 GWt, harav umleið helvtin varð framleidd við olju. So grøna orkan í Føroyum var bara góð 200 GWt av tilsamans knøppum 4.000 GWt (góð 5 prosent).

Tað vil siga, at um tey eydnast at fullføra ætlanina um at umleggja alla el-framleiðsluna á landi til gørna orku í 2030, so fer samlaða orkunýtslan frá at vera 5 prosent til at vera 10 prosent grøn. – So mangla bara 90 prosent í!

Kvaldu Eysturlund
Á heysti 2023 boðaði Effo frá eini stórari ætlan, ið skuldi skunda undir grøna orkuskiftið. Í hesum førinum var talan ikki um at fara inn á el-netið, men farið varð eftir hinum 90 prosentunum. Ætlanin var at framleiða el beinleiðis til ídnaðarvirki, soleiðis at hesi kundu brúka grønt el heldur enn olju. Men hvat gjørdi táverandi landsstýriskvinna við
umhvørvismálum? Jú hon bar eitt lógaruppskot í løgtingið, ið millum annað skuldi forða fyri hesi ætlanini. Og tað eydnaðist!

Somu flokkar, sum í 2022 ikki kundu taka undir við veðurlagspolitikkinum, tí hann gekk ov seint, atkvøddu nú ímóti størsta átakinum á grønu leiðini í nýggjari tíð.

Og nú sita tey og bíða eftir eini veðurlagslóg, sum skuldi koma í farnu tingsetu og aftur í hesi tingsetuni, men sum framvegis ikki er komin. 

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
43% av Føroyingum starvast hjá tí almenna
Aliráðstevnan verður 28 februar
Almennar lønir vaksa 9% privatar vaksa 2,1%
Andakt
Andakt
Álit um støðu fólka­kirkjun­nar innan føroysku fyrisiting­ina og virkisøki umboðsmansins
Bakkafrost úrslit fjórði ársfjórð­ingur 2024
Flogfar lendi á takinum í Toronto
Heldur eingin Veðurlags­lóg Nú!
Løgmaður: Støðan í heiminum er alsamt meira óviss
Sirið vitjað Almanna­verkið
Vegakervið í Sandoynni eigur at lyftast fram í nútíðina
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi