Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing

Umboðsmaðurin viðgjørt fiskiloyvi í bólki 5

Innanlands | 03/03-2025 15:00

Umboðsmaðurin heldur at lógin átti at verið eftirhugd, men staðfesti samstundis at avgerð hjá Vørn ikki var skeiv

Klagað varð um, at Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið hevði staðfest avgerð hjá Vørn um ikki at útskriva klagaranum fiskiloyvi 5A, sum klagarin metti seg hava rætt til, men ístaðin útskrivaði fiskiloyvi 5B. Í kæruavgerðini vísti ráðið á, at treytin fyri, at rættindahavari í bólki 5 fær fiskiloyvi 5A, er, at eigarin við fiskifarinum næstseinasta álmanakkaár fyri umsóknarárið hevur avreitt fyri minst 200.000 kr.

Ráðið góðkendi siðvenjuna hjá Vørn um at knýta fiskifar og avreiðingarvirði saman. Hetta gjørdi, at klagarin, sum hevði útvegað sær annað fiskifar í 2023, ikki leyk treytirnar fyri fiskiloyvi 5A, tá hann søkti um fiskiloyvi fyri 2024.

Umboðsmaðurin viðmerkti, at hann helt, at siðvenjan at knýta nýggja fiskifarið at ásetingini í § 2 stk. 1 nr. 1 í kunngerð nr. 76 frá 2019 var ivasom, men at hann hevði ikki grundarlag fyri at siga, at siðvenjan var beinleiðis í stríð við ávísa lógar– ella kunngerðaráseting.

Umboðsmaðurin helt tað verða eitt lýti við Sjófeingislógini og tilhoyrandi kunngerðini, at eingin áseting fyriskipar, hvørja ávirkan skift av fiskifari hevur á spurningin um rættin til fiskiloyvi 5A ella 5B. Umboðsmaðurin heitti tí á ráðið um sum skjótast at gera lóggávu, sum skipar hesi viðurskifti.

Felag, sum hevði rætt til fiskiloyvi í bólki 5, søkti um fiskiloyvi 5A fyri 2024. Vørn sýtti fyri at útskriva felagnum fiskiloyvi 5A, men útskrivaði í staðin fiskiloyvi 5B. Avgerðin hjá Vørn varð kærd til Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið.

Ráðið staðfesti avgerðina hjá Vørn og vísti á, at treytin fyri, at rættindahavari í bólki 5 kann fáa fiskiloyvi 5A, er, at eigarin við fiskifarinum næstseinasta álmanakkaár áðrenn umsóknarárið hevði avreitt fyri minst 200.000. Ráðið vísti í hesum sambandi á, at tað er áralang siðvenja at knýta fiskifar og avreiðingarvirði saman. Felagið leyk ikki hesa treyt við nýggja fiskifarinum, sum tað hevði útvegað sær í 2023, og staðfesti ráðið tí avgerðina hjá Vørn.

Ráðið viðmerkti, at tað var greitt yvir, at henda siðvenja kundi tykjast óheppin og førdi til, at rættindahavari, sum útvegaði sær nýtt fiskifar, ikki kundi fáa útskrivað fiskiloyvi 5A fyrr enn 2 ár eftir keyp av nýggjum fiskifari.

Umboðsmaðurin viðmerkti, at siðvenjan førdi til, at skipanin við útskriving av fiskiloyvi 5A og 5B tyktist ósamanhangandi og mangulfull, tí hon tók ikki hædd fyri, at tað er ein natúrlig støða, at tað kann gerast neyðugt at útskifta fiskifar. Umboðsmaðurin helt, at reglurnar um útskriving av fiskiloyvi 5A og 5B vóru mangulfullar, tá eingin áseting var, sum reguleraði støðuna í sambandi við skifti av fiskifari.

Umboðsmaðurin metti, at siðvenjan hjá Vørn, við at knýta nýggja fiskifarið at ásetingini í § 2 stk. 1 nr. 1 í kunngerð nr. 76 frá 2019, sum snýr seg um avreiðingarvirði 2 ár frammanundan, var ivasom. Umboðsmaðurin helt seg tó ikki hava grundarlag fyri at siga, at siðvenjan var beinleiðis í stríð við ávísa lógar– ella kunngerðaráseting.

Umboðsmaðurin metti, at tørvur var á at gera reglur um hesi viðurskifti, og heitti tí á ráðið um sum skjótast at gera lóggávu, sum skipar viðurskiftini við fiskiloyvi 5A og 5B, tá rættindahavari skiftir fiskifar.

Umboðsmaðurin gav Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum eina átalu fyri ikki at hava tikið stig til at greiða hesi viðurskifti, hóast ráðið í longri tíð hevði vitað, at trupulleikar stóðust av, at økið ikki var regulerað. 

Hvat viðvíkti ítøkiliga málinum viðmerkti umboðsmaðurin, at sambært Vørn vóru nokk av fiskidøgum til bólk 5 bæði í 2023 og 2024, eisini til rættindahavara við fiskiloyvi 5B. Hetta, og at umboðsmaðurin ikki hevði grundarlag fyri at siga, at ivasama siðvenjan hjá Vørn beinleiðis fór út um heimildargrundarlagið, sambært Sjófeingislógini og viðkomandi kunngerð, førdi við sær, at umboðsmaðurin ikki gjørdi meira við ítøkiliga málið.

Við tað, at umboðsmaðurin metti, at talan var um lýti við lóggávuni – Sjófeingislógini og tilhoyrandi kunngerð um fiskiloyvi 5A og 5B – var fráboðan, samsvarandi § 12 í umboðsmanslógini, send Løgtinginum og landsstýrismanninum í fiskivinnu– og samferðslumálum. (LUM 24/17152)


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
2024 royndist væl hjá Føroya Banka
Aðalfundu­rin hjá Føroya Fuglafrøði­felag.
Eyðun Andreassen, professari emeritus, 80 ár
Føroya bestu vørumerki verða kosin fríggja­dagin
Góður kveikingardagur um gransking, menning og nýskapan
GØ til Jazzahead! sum fyrsti føroyski bólkur nakrantíð
Lands­stýris­maðu­rin í fiskivinnu- og samferðslumálum loystur úr starvi
Norð­urlendsku stjórnir­nar raðfesta børn og ung fram til 2030
Nýggj frímerki frá Posta
Nýtt føroyskt staklag frá “Brandar”
Ongin lógarheimild fyri kunngerð
Samskiftisvinnan hittist til heimleiðstiltak
Sethúsaprísir­nir hækkaðu nærum 10% í fjør
Soleiðis kann Lands­læknin yvirtakast
Umboðs­maðu­rin viðgjørt fiskiloyvi í bólki 5
Verkafólk kunnu ikki byggja sethús
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi