Tilmæli um berarakanning og pinkubarnaskreening
Ein arbeiðsbólkur handaði í dag Súsannu Bertholdsen, tilmæli um at skipa kanningar av ílegusjúkum í Føroyum og at víðka verandi pinkubarnaskreening.
Ein arbeiðsbólkur handaði í dag landsstýriskvinnuni í heilsumálum, Súsannu Bertholdsen, tilmæli um at skipa kanningar av ílegusjúkum í Føroyum og at víðka verandi pinkubarnaskreening.
Arbeiðsbólkurin mælir í stuttum til, at øll komandi foreldur fáa tilboð um berarakanning fyri ávísar deyðiligar sjúkur, sum ikki kunnu viðgerast. Talan er um seks sjúkur, sum hava lutfalsliga høgan títtleika í Føroyum. Ein berarakanning er ein ílegukanning, sum staðfestir, um ein persónur er berari av einum sjúkuelvandi ílegubrigdi. Fær eitt par staðfest, at bæði eru berarar av sama ílegubrigdi, hava tey ávísar møguleikar, sum eisini verða lýstir í tilmælinum.
Undirtøka tykist vera millum føroyingar fyri at gera tílíkar berarakanningar. Ein hugburðskanning hjá Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum staðfesti nevniliga í 2024, at føroyingar taka sera væl undir við einum almennum tilboði um berarakanning fyri deyðiligar ílegusjúkur.
Víðkað pinkubarnaskreening
Tilmælið greinar og lýsir eisini tørvin á at víðka verandi pinkubarnaskreening við at gera ískoytiskanningar, sum eru snikkaðar til føroysk viðurskifti. Sum er, verða føroyskir nýføðingar kannaðir eftir sama leisti sum børn í Danmark við sonevndu PKU-royndini. Arbeiðsbólkurin mælir til at gera ískoytiskanningar fyri fýra sjúkur, sum eru vanligari í Føroyum enn aðrastaðni. Talan er í hesum føri um sjúkur, sum kunnu viðgerast. Umráðandi er, at møgulig sjúka verður staðfest tíðliga, fyri at kunna veita bestu viðgerðina.
Ílegukanningar eru ofta tongdar at ávísum etiskum spurningum, og í tilmælinum verður atlit tikið til hesi viðurskifti. Mælt verður í hesum sambandi til, at kunning og undirvísing um arvagongd og ílegusjúkur verða uppraðfest.
Arbeiðsbólkurin
Arbeiðsbólkurin var mannaður av umboðum fyri Heilsustýrið, Sjúkrahúsverkið og Heilsumálaráðið. Formaður í arbeiðsbólkinum var Bjarni á Steig, stjóri í Heilsustýrinum.
Arbeiðsuppgávan hjá arbeiðsbólkinum var:
at greina nærri og orða eitt tilmæli um, hvussu eitt tilboð kann skipast, sum hevur til endamáls, at øll komandi foreldur fáa tilboð um at kanna, um tey eru berarar av deyðiligum ílegusjúkum
at nágreina, hvørjar ílegusjúkur eiga at vera partur av tílíkari skreening
at lýsa, um neonatalskreeningin eigur at tillagast fyri at betra um viðgerðina av ílegusjúkum, sum kunnu viðgerast
at lýsa tørvin á arvafrøðiligari ráðgeving, tá ið tílíkar skipanir verða settar í verk, eins og hvussu ein tílík ráðgeving eigur at skipast
at lýsa fíggjarligar og starvsfólkaligar avleiðingar av tilmælunum
at lýsa møguligar etiskar avleiðingar av tilmælunum.
Mest lisið í farnu viku

4 fólk dømd fyri rúsevnasmugling við seglbáti til Føroyar

Almenna kjakið um javnstøðulógina í Føroyum

Andakt

Arabisk lond játta at fíggja Gaza

Ábendingar um lægri vøkstur og tørvur á veruligum nýskipanum

Føroyskir filmar og filmsfólk seta dám á Nordatlantiske Filmdage í Danmark

Gene Hackman og konan innideyð

Helgi Abrahamsen finnur ikki vallyftini

Landsstýrið latið Løgtinginum 27 uppskot í dag

Løgmaður tilnevnt nýggj landsstýrisfólk

Makrelstovnurin minkar skjótt

Revsingin fyri at hava hassj uppi á sær herd

Skrøgg og fakta um útbúgvingar á Setrinum

Tilmæli um berarakanning og pinkubarnaskreening
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











