Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing

Nikita Maiorov sigraði

Innanlands, Ítrottur | 26/11-2017 23:20
Nikita Maiorov

32 ára gamli stórmeistarin Nikita Maiorov úr Hvítarusslandi vann sannførandi aðru altjóða almennu talvkappingina í Runavík, sum endaði í dag. Javnleikur í dag móti russiska spaniólanum Oleg Korneev tryggjaði Maiorov sigurin í Runavík Open 2017.

Maiorov endaði einsamallur á odda við 7½ stigi fyri níggju umfør - eitt heilt stig frammanfyri fýra aðrar, sum gjørdust javnir á øðrum plássi. Maiorov var ósigraður í Runavík; vann seks talv og telvaði trý jøvn. Maiorov gongur tjúgu ratingstig fram eftir góða úrslitið í Føroyum, og vinnur seg upp á styrkitalið 2540 - tíggju stig lægri enn Helgi Dam Ziska.

Hvítarussland er sum øll onnur lond, ið sprottin eru úr fyrrverandi Sovjettsamveldinum, eitt land við sterkari talvsiðvenju. Nikita Maiorov er í løtuni nummar níggju í yvirlitinum yvir bestu telvarar í heimlandinum, og hevur tí ikki umboðað Hvítarussland á nakrari talvolympiadu.

Javnir á øðrum plássi í Runavík gjørdust Srinathan Narayanan úr India, Oleg Korneev úr Spania, Igor Khenkin úr Týsklandi, Yi Xu úr Kina og tann einans 13 ára gamli Sarin Nihal úr India.

Bleyt føroysk millumvøra

Eingin av føroysku telvarunum gjørdi nakran vørr í Runavík Open. Yvirhøvur vóru úrslitini soleiðis, sum væntandi var. Tað er næstan undranarsamt, hvussu gott samsvar var millum úrslit og styrkismeting. Høgni Egilstoft Nielsen var styrkismettur nummar 18 og endaði nummar 18. Rógvi Egilstoft Nielsen var styrkismettur nummar 19 og endaði nummar 19. Sjúrður Thorsteinsson var styrkismettur nummar 27 og endaði nummar 27. John Rødgård var styrkismettur nummar 20 og endaði nummar 22. O.s.fr.

Av fremstu føroysku telvarunum hevði Rógvi Egilstoft Nielsen lutfalsliga vánaligasta úrslitið, og gongur tjúgu ratingstig aftur. Hinir tríggir, Høgni, John og Sjúrður halda so dánt tørn - John gongur nøkur stig fram. Sandavágsbrøðurnir Høgni og Rógvi endaðu fremstir av føroysku telvarunum við 5½ stigi hvør. Báðir tóktust kortini heldur enn ikki metaltroyttir eftir tvær kravmiklar kappingar við føroyska landsliðnum fyri hesa kappingina. Yngstu føroysku telvararnir við eyðsýndum gávum, Jón í Horni Nielsen og Luitjen A. Apol t.d., høvdu eisini misjavna úrtøku, og gingu aftur heldur enn fram í rating.

59 telvarar vóru við í hesari aðru Runavíkar Open-kappingini. Fyriskiparar eiga stórt rós uppiborið fyri hetta risastóra tiltak. Fyri føroyingar hevði kappingin ivaleyst verið munandi meira áhugaverd, var føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska við. Hann hevði gjørt seg galdandi í toppinum - og kanska vunnið. Nú gjørdist tað í staðin ein kapping millum einar fimtan sterkar útlendskar telvarar, um hvør av teimum var bestur. Saknur var eisini í fleiri av hinum føroysku topptelvarunum. Nevnast kunnu Olaf Berg, Martin Poulsen, Ólavur Simonsen, Carl Eli Samuelsen umframt útisetarnir John Arni Nilssen, Jóan Hendrik Andreasen o.a.

Gongst sum ætlað, verður tann triðja Runavík Open aftur um eitt ár, somu tíð, sama stað.

Talvsamband Føroya


Lagt út: Tíðindaskriv
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi