Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing

Norra møguliga næsta landið við javnløn

Politikkur, Uttanlands | 08/01-2018 08:00
Norski javnstøðumálaráðharrin Solveig Horne kannar í løtuni íslendsku javnlønarlógina og letur upp fyri, at slík lóg eisini verður sett í gildi í Norra. | Mynd: TERJE BRINGEDAL VG

1. januar ásetti Ísland bøtur fyri tey feløg, sum ikki rinda javnløn til kvinnur og menn. Norska stjórnin er longu farin undir at kanna, um Norra skal gera tað sama, skrivar E24.

Í Íslandi kom á nýggjárinum lóg í gildi, sum skal tryggja, at fyritøkur ikki geva ójavna løn vegna kyn.

Nýggjar reglur leggja próvbyrðuna á fyritøkurnar, sum nú skulu prógva, at møguligur lønarmunur ikki kemur av kynmismuni. 

Serfrøðingar um allan heimin fegnast um javnstøðuátakið hjá Íslandi.

Upp á fyrispurning frá E24 letur norski javnstøðumálaráðharrin, Solveig Horne, upp fyri, at líknandi reglur kunnu verða settar í verk eisini í Norra. 

Kortleggja íslendsku reglurnar

– Vit hava í samstarvi við Arbeiðs- og almannaverkið og partarnar á arbeiðsmarknaðinum longu sett eina kortlegging av javnlønarreglunum í Íslandi í verk. Hetta verður gjørt til tess at fáa vitan um, hvussu javnlønarmetingin verður gjørd, og hvørjar avleiðingarnar av hesum hava verið, sigur Horne í telduposti til E24. 

Kanningarnar skulu eftir ætlanini verða lidnar í summar, greiðir javnstøðumálaráðharrin frá. 

– Sostatt er ov tíðliga at siga, um hetta eisini verður sett í verk í Norra, sigur Solveig Horne.

8. mars

Íslendska lóggávan kom í gildi, eftir at hon varð fráboðað á altjóða kvinnudegnum 8. mars í fjør. Fyritøkur við meira enn 250 starvsfólkum skulu í hesum árinum útvegað prógv fyri, at tær ikki gera lønarmun vegna kyn.

Kunnu fyritøkurnar ikki hetta, skulu íslendsku myndugleikarnir kunna geva dagbøtur upp á 3.500 krónur, inntil viðurskiftini eru komin í rættlag. 

Reglurnar eru ein herðing av lóggávuni, sum bannar lønarmismuni. 

– Slíka lóg hava vit ikki í Norra, sigur Horne.

Kynsbýttur arbeiðsmarknaður

Hon leggur tó dent á, at har illgruni er um lønarmismun, ber til at krevja upplýsingar um lønina hjá manninum ella kvinnuni, ið viðkomandi samanber seg við.

– Arbeiðsgevarar hava skyldu til at virka fyri javnstøðu, sum eisini umfatar løn, sigur norski javnstøðumálaráðharrin. 

Í dag hava arbeiðsgevarar fráboðanarskyldu um viðurskiftini, tá talan er um kynmismun í fyritøkuni. Teir skulu eisini upplýsa, hvørji tiltøk eru sett í verk til tess at fremja endamálið í javnstøðu- og kynsmunarlógini, óheft av kyni. 

– Orsøkin til lønarmunin millum kvinnur og menn er í høvuðsheitum, at vit hava ein kynsbýttan arbeiðsmarknað, har fleiri kvinnur enn menn arbeiða í siðbundnum kvinnustørvum á almenna økinum við lægri løn, sigur Solveig Horne. 

Javnstøðutrupulleiki

Norska javnstøðuumboðið, Hanne Bjurstrøm, er samd í, at kynsgrundaðu lønarmunirnir í høvuðsheitum standast av kynsbýtta arbeiðsmarknaðinum. 

– Hetta merkir tó ikki, at hetta ikki er ein javnstøðutrupulleiki. Vit halda, at orsøkin til vantandi javnløn er vantandi javnstøða á arbeiðsmarknaðinum, tá tað tildømis kemur til býti av leiðarastørvum millum kvinnur og menn, og hvussu arbeiðið hjá kvinnum og monnum verður lønt, parttíðarmentanin á fleiri kvinnuøkjum, og skeiva býtið av umsorganaruppgávum heima við hús, sigur hon við E24. 

Bjurstrøm er kortini fegin um, at stjórnin nú hyggur at íslendsku reglunum. 

– Hetta er eitt frálíkt stig. Tað er frálíkt, um Norra kann brúka royndirnar í Íslandi at bøta um og styrkja arbeiðið fyri javnløn í Norra, sigur hon. 

Um ein líknandi lóg, sum Ísland hevur sett í gildi, er uppskriftin til at sleppa undan trupulleikanum, ivast umboðið tó í. 

– Umboðið ynskir eina meira bindandi lóggávu. Men vit vita ikki nógmikið um, hvussu íslendska lógin fer at virka, og heldur ikki, hvussu hetta fer at virka í norskum høpi, til at kunna siga, at hetta er loysnin fyri Norra, sigur hon. 

Meiri vitan krevst

Hanne Bjurstrøm leggur dent á, at neyðugt er við meiri vitan um lønarmunirnar millum kvinnur og menn á einstaka arbeiðsplássinum fyri at kunna gera nakað við javnlønartrupulleikan. 

– Tað er spell, at skyldan at geva frágreiðing um javnstøðu er fallin burtur fyri allarflestu fyritøkur í Norra, eftir at reglurnar fyri, hvør ið hevur skyldu at lata inn ársfragreiðing, eru broyttar, sigur hon. 

– Hetta eigur stjórnin at gera okkurt við. 

Hesum er javnstøðumálaráðharrin samd við javnstøðuumboðnum í.

– Stjórnin ætlar eisini at eggja dreingjum og gentum til ikki at velja siðbundnar útbúgvingar, og vit hava ætlanir um at fáa gentur inn á náttúruvísindalig og teknisk fak, og fleiri dreingir at velja útbúgvingar innan heilsuøkið, sigur Solveig Horne við E24. 


Lagt út: Leivur Hansen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi