Granskarar kanska funnið lykilin til Alzheimers-gjøgnumbrot
Ein nýggj kanning á Lancaster University í Onglandi bendir á, at diabetesheilivágur kann vera lykilin til eitt endaligt gjøgnumbrot í royndunum at vinna á sjúkuni Alzheimers. Tað upplýsir universitetið í tíðindaskrivi.
Royndir eru gjørdar við mýs, ið hava fingið diabetesheilivág. Heilivágurin hevur ikki einans bøtt um minnið hjá mýsnum, men eisini læruevni teirra, vísa royndirnar.
Kanningin er almannakunngjørd í 'Brain Research'.
Úrslitini vóngevandi
Evnið, sum mýsnar fingu, verður vanliga brúkt í viðgerðini av týpu 2 diabetes-sjúklingum. Tað er sett saman av hormonum (GLP-1, GIP og glukagon), sum eru við til stýra blóðsukurstignum í kroppinum.
Granskarin Christian Holscher á Lancaster University sigur, at úrslitini eru vóngevandi fyri langtíðar arbeiðið at menna heilivágin, so hann kann verða brúktur í viðgerðini av menniskjum við demenssjúkum sum Alzheimers.
Eisini danskir granskarar hava hugt at samanhanginum millum diabetes og Alzheimers.
Danskar royndir
Í 2016 gjørdu granskarar á Aarhus Universitetshospitali, Keypmannahavnar Universiteti, Bispebjerg Hospitali og Steno Diabetes Center Copenhagen royndir við týpu 2 diabetes-heiliváginum Victoza, ið inniheldur hormonið GLP-1.
Í eitt hálvt ár fekk ein lítil bólkur av sjúklingum heilivágin, og her vísti tað seg, at niðurbrótingin av stoffskiftinum í heilanum stóð still. Í einum øðrum bólki, sum fekk placebo, helt niðurbrótingin av stoffskiftinum í heilanum fram við umleið átta prosentum, meðan royndin fór fram, skrivar BT.
»Vit tosa um eitt sera lítið framstig. Vit hava ikki enn viðgerðina ímóti Alzheimers sjúkuni, men hesi úrslitini birta vón um, at framstig kunnu gerast,« segði læknin, ph.d. Michael Gejl, á Aarhus Universitetshospitali, sum legði kanningina fram á diabetesráðstevnuni EASD í Lissabon í september, sambært danska Diabetesfelagnum.
Fingu tamarhald á gongdini
»Vit fingu tamarhald á eini vánaligari gongd, so hon ikki helt fram. Tess minni sukurniðurbrótingin er, tess vánaligari verða kognitivu evni okkara. Møguliga er hetta ein av mongum orsøkunum til, at persónar við diabetes eru harðari raktir av demenssjúkum enn onnur. Sukurniðurbrótingin avspeglar rætt og slætt virknið hjá heilakyknunum,« segði hann.
Sambært danska Diabetesfelagnum benda fleiri kanningar á, at diabetessjúklingar eru í øktum vanda fyri at menna Alzheimers.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











