Góði pedagogur - Legg frá tær
Jú av hjartanum meini eg tað, og sum skattgjaldari og harvið eri við at gjalda tykkara løn so skammist eg við tykkum og tykkara framferðarhátt.
Greinin er um tykkum, sum samfelagið hevur lati tykkum tað álit at tit skulu vera um okkara allar veikastu í samfelagnum, tit sum arbeiða á vardum stovnum undir landinum.
Tit hava sviki okkara álit á tykkum, tit vita væl hvat fylgir tað hevur at niðurleggja røktina av hesum stakkals menniskjum sum eru tey veikastu av teim veikastu her á landið. Tit vita væl at nógv av teimum eru alla tíð fult avhengi av at alt teirra lív koyrir eftir einari professionellari ætlan, nógv brúka eina fleiri ára verkætlan at byggja sín førleika upp har tit svíkja tey og fara heim grundað ónøgd við løn sum tit sjálvi hava valt at góðtaka tá tit átóku tykkum hesa álvarsomu ábyrgd, og sum tit nú hava sviki.
Tit hava sviki okkara álit við at svíkja familjur sum vóru um at skrædna sundur av ábyrgd og sorg yvir teirra fjølbrekað barn við at kroysta hesi stakkals menniskjur inn aftur í teirra heim við óbótaligum skaða fyri foreldur, teirra systkjum og annars avvarðandi. Taka tey innaftur 2-3 dagar og síðani aftur blaka tey útaftur til familjurnar.
Tit hava sviki okkara álit á tykkum at vera um øllum okkara autistum, tey sum als ikki tola broytingar har skaðin tekur mánaðir at byggja uppaftur.
Haldi ikki eg sigið ov nógv at tit hava við tykkara gerðum sparka og knúsa nógv av okkara sum uppá forhond liggja niðri. At sparka og knúsa ein liggjandi persón má vera at rokna sum tað mest ússaliga mann kann finna uppá. Tað ábyrgdina eiga og skulu tit pedagogar hjá tí almenna taka á tykkum.
Taki fult undir við útsøgnina hjá almannastjóranum, haldi at tit skuldi øll umhugsa at sagt upp, tit eru ikki verd at hava ábyrgdina av okkara veikastu í samfelagnum.
Undrist eisini yvir teir nógvu ikki faklærdu í felagnum, helst eru tit ein ikki so lítil partur í felagnum, hvat gera tit í verkfalli? Tit eru ikki partur av lønarósemjuni. Herrópið hjá felagnum er “líka útbúgving líka løn” tað vil siga at tit sum ikki eru útbúgvin fáa ikki eina krónu av úrslitinum av semjuni, tit fingu í boði, við dag eitt, ein lønarvøkstur uppá 2,3 og 2,5 % yvir 2 ár.
Ein fiskimaður sum dregur línu á opnum dekki í ódnarveðrið og ein kontórmús frá 8-16 kunnu tey samanlíknast í fortreytum til lønarsamráðingar? Nei, hugsi ikki. Líka so lítið kann man samanlíkna pedagogar sum ansa frískum børnum frá 8 til 16 og hava fríð hvørt einasta kvøld og vikuskifti, við pedagog sum arbeiðir á stovni við fjølbrekaðum, døgnið runt, hvønn dag, hvørt kvøld, eisini í vikuskiftunum har tey ofra samveru við familju og tað gongur bæði yvir børn og makað teirra. Sjálvandi skulu tey sum ofra mest fáa mest. Er tað ein framvegis trupulleikin at pedagogar hava somu lærutíð, so loys tað við at tey sum passa frísk børn fara niður í eitt ára útbúgving. Tað eru nógvar mammur sum hava klára at fostra børn upp uttan nakra útbúgving. Orsøkin er einføld: hjarta við í tí arbeiðinum tú gerð. Tó ikki misskilja meg pedagogar á barnagørðum gera eitt megnar gott arbeiðið og eru neyðugur at hava har til at lofta tey veiku børnini.
Tað kann bara ikki vera rætt at tey eru so nógv at tey dekka øll tey “frísku” børnini eisini. Tað vil svara til at vit eisini hava læknar sum dekka øll tey frísku fólkini í samfelagnum, so skuldi tað kanska veri fleiri hundrað læknar í Havn, tað kann ikki vera rætt.
At formaðurin í pedagogfelagnum sleppur so kredittleyst at vaska hendur sum ein annar Pilatus har hann ferð aftaná ferð sleppur at leggja alla ábyrgd av at tey í hansara felaga sparka og knúsa okkara allar veikastu, sum longu lógu niðri, yvir á almennu lønardeildina og tess politikarar. Ikki ein tann einasti mótspurningur frá útvarpsfólkunum um tykkara ábyrgd at sparka til liggjandi sjúk fólk.
Eg vil loyva mær at pástanda at um tey veikastu sjúku sum longu lógu niðri og sum nú vera niðursparkaði og skadd við varandi meini av pedagogum sum ikki kenna sína ábyrgd, um hesi fingu líka nógva rúmd í Útvarp Føroya sum tey samkyndu, so var verkfalli langsíðan av og pedagogarnir farnir, við skomm í sinnið, aftur til arbeiðis.
Anskar Hansen
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











