Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Tvístøða (26) - Øll sendingin

Tvístøða | 09/02-2018 14:59

Kjaksending við Hera Joensen, Sunnevu Mohr og Arna Zachariassen. Tóri Højgaard er vertur.

Spurningur 1: (1:35) "Hey tit. Eg havi uppdagað at ein í míni nærmastu familju stjelur. Eg havi leingi havt mistanka og brádliga ein dagin bleyv mistankin váttaður og eg veit nú við vissu at viðkomandi stjelur. Hesin persónurin sum eg eri góður við stjelur lutir frá okkum í familjuni. Tað kann vera klæði ella ting. Ofta er tað ymiskt sum hevur virði. Eg havi tosað við makan hjá mær um hetta og vit vita ikki hvussu vit skulu fara víðari við hesum ella um vit yvirhøvur skulu tað. Vit vita ikki um nakar annar hevur uppdagað hetta. Vit hava umhugsað bara at ansa betur eftir okkara tingum tá viðkomandi vitjar. Vit hava eisini umhugsað at konfrontera viðkomandi um hetta. Og so hava vit eisini umhugsað at fortelja nærmastu familjuni um hetta sum eg havi funnið út av. Hvat halda tit er tað “rættasta” at gera í hesum førinum?"

Spurningur 2: (16:10) "Eg eri ein ungur maður við stuttari útbúgving. Eg havi tey seinastu árini havt trý ymisk størv. Tvey av teimum vóru í privatu vinnuni og eitt var hjá tí almenna. Felags fyri øll størvini er at eg havi havi kent tað soleiðis at arbeiðsbyrðan við tíðini blívur tyngri og tyngri. T.v.s at eg skal klára meir og meir uppá somu, ella minni tíð. Felags fyri øll arbeiðini er eisini at samskifti við stjóra ella leiðara er lítið og einki og sum oftast ógreitt.Sum dømi kann eg nevna at tá arbeiðshátturin skal broytast ella aðrar broytingar vera framdar á starvsplássinum sum ávirka okkum starvsfólk nógv, so verða starvsfólkini á ongan hátt tikin við í hesar avgerðir og vit verða heldur ikki kunnað um hesar broytingar fyrrenn tær skulu fremjast í verki. Eitt annað dømi er at eg í øllum størvum havi saknað at fáa feed-back ella eitt heraklapp av og á. Í øllum førum er støðan til endans soleiðis at eg eri útbrendur, frustreraður og skuffaður. Eg eri givin í øllum størvunum tí eg havi sjálvur sagt upp. Nú siti eg heima aftaná enn einaferð at hava sagt meg úr starvi. Eg eri keddur, føli meg útnyttaðan, sjálvsálitið er í botn og eg havi lítið mót um at finna eitt annað arbeiði eg trívist í.
Sigast skal at eg altíð leggi stóran dent á at gera mítt arbeiði til lítar og eg elski at arbeiða. Eg veit at eg gevi mítt alt tá eg eri til arbeiðis og eg sakni at fáa tað sama aftur frá einum stjóra ella leiðara. Faktist sakni eg leiðslu tá eg eri til arbeiðis. Nú ársins leiðarar vóru kosnir, hevur nógv verið tosað um júst hvat ein góður leiðari er.
Eg siti eftir við hesum spurningum:
1. Er tað bara eg sum upplivið hetta?
2. Eri eg kanska ov kensluborðin?
3. Man tað vera eg sum eru trupuleikin og ikki arbeiðsumstøðurnar?
4. Havi eg kanska bara verið óheldigur?
5. Hvat skal eg gera fyri ikki at enda í somu støðu eina ferð afturat?"

Spurningur 3: (34:50) "Tá ið søgur um brotsverk eru at lesa í útlenskum miðlum, kemur tað ofta fyri at tann ið er undir illgruna verður nevndur við navni. Hetta kemur – so at siga – ongantíð fyri í Føroyum. Heldur ikki tá ið talan er um kend fólk. Er tað rætt at gera so? Eiga vit ikki at vera varðin við at nevna fólk við navni, um so er at tey nú eru ósek tá ið avtornar? Hinvegin, so haldi eg at tað er fínt at man nevnir navni, um so er at viðkomandi er dømdur. Hvat halda tit?"


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.


Líknandi tíðindi
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Á hummara­veiðu við Jón Andersen
Menningarkvota verður væntandi tikin aftur
Sagt verður at maðurin hevur onki stað longur
Heilsu­skúlin skal ikki flytast úr Suðuroynni
Mest seldi bilur broytir úrsjónd -og kemur aftur á marknaðin
Hví skal Gud signa Føroyar?
Fiskifrøði og gransking
Forsølan til Country & Blues festivalin 2019 er longu byrjað
FERÐALAG Í RUMENIA - 22 til 28. oktober
Frekvensbroyt­ingar hjá Lindini og R7
Aftursvar til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Føroyar tola ikki at Fólka­flokku­rin situr í andstøðu
Metis - Øll sendingin - 13. november 2018
Fiski­mála­ráðið ætlar at taka aftur loyvi til Menningar­kvotur
Myndir: Lands­fundur Fólka­floksins 2018
Niels Uni Dam um bókini hjá Høgna Rasmussen
"Kom á 2069!" (39) - 16. nov 2018
Magni og Mest gjørt avtalu
Fuglafjarðarsendingin (11) - 15. nov. 2018
TJÓÐBANKIN MISTEKUR SEG, TÍ HAGSTOVAN MISTEKUR SEG
Tað er ikki rætt, at hann ikki sleppur uppí
Tvístøða endur­sending í dag 16. nov. 2018
Tíðindi klokkan 12
Fólka­flokku­rin landsfund 17. november
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi