Stór samanlegging í fiskivinnuni
Ein aktørur í fiskivinnuni í Føroyum hevur yvirtikið stórsta framleiðaran av fiskavørum í Týsklandi
Á heimasíðu sínari boðar Deutche See frá, at Parlevliet and Van de Plas (P&P) yvirtekur felagið. https://www.deutschesee.de/ueber-uns/aktuell/parlevliet-van-der-plas-uebernimmt-deutsche-see/
Orsøkin til at verðandi eigarar, sum hava átt felagið síðan 1999 selja er, at annar av teimum er álvarsliga sjúkur. Avgerðandi fyri teir var at felagið verður rikið eins og áður og at minst møguligar broytingar verða gjørdar. Keyparin fær nú betri atgongd til Týska marknaðin og stjórin í PP, Dirk-Jan Parlevliet sigur at ætlanin er at reka felagið á sama hátt sum gomlu eigararnir hava gjørt.
Deutche See er stovna í 1939 og er í dag stórsti fiskaframleiðari í Týsklandi. Teir framleiða og selja fisk á 22 ymiskum adressum. Tað starvast 1.700 fólk hjá fyritøkuni og sølan er uml. 3 milliardir árliga. Teir levera fiskavørur til matstovur, køkar, fiskahandlar og handilsketur. Teir framleiða og selja meira enn 3.000 ymiskar vørur. Teir hava 35.000 ymiskar kundar. Innovatiónsratan er sambært teimum 10% og teir útvikla 100 nýggjar vørur hvørt ár. Teir selja eisini nógvan laks. Og tað ber til at keypa fiskavørur í smáum nøgdum á teirra heimasíðu.
Deutche See verður rokna sum framleiðari av góðum kvalitetsvørum.
Samanleggingin av Deutche See og PP er ein av mongum samanleggingum, sum vísur, at feløg í fiskivinnuni gerast størri og størri.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











