Íbúð upp á 15 fermetrar fór fyri 2 mió. kr. í Oslo
Ein bert 15 fermetra stór einrúmsíbúð í Nydalen í Oslo er seld fyri 1.980.000 norskar krónur.
Hetta gevur ein fermetraprís upp á heilar 132.000 norskar krónur.
Hetta er nýtt met í hesum býlinginum, sigur húsameklarin Zarine Mirzad, sum leggur aftrat, at samlaði kostnaðurin, íroknað útreiðslur, kemur upp á 2.040.000 norskar krónur.
– Áhugin fyri íbúðini hevur verið so stórur, at eg ikki kann minnast at hava fingið so nógvar fyrispurningar nakrantíð áður, sigur hon við norska miðilin E24.
– Talan er um eina sera lítla íbúð, ið krevur at verða pussað upp. Men annars er hon vælegnað við frálíkum útsýni, sigur Zarine Mirzad um søluna.
Frá 1950
Íbúðabygningurin er frá 1950, men varð høvuðsumvældur í 2007. Íbúðin er á triðju hædd og hevur franska balkong, atgongd til felags takterrassu og lift.
Keyparin keypti íbúðina beint áðrenn hann skuldi hyggja at henni fjórðu ferð. Hann skal sjálvur búgva í henni. Íbúðin var prísásett til 1.990.000 krónur og hevur staðið til sølu síðani fyrst í januar.
Seinast, ein íbúð varð seld í sama bygningi, fór hon fyri 1.950.000.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











