Ein nýggjur portalur skal hjálpa norðurlendskum fyritøkum
Ger tað lættari at finna runt í norðurlendska regluverkinum.
Nú skal verða lættari hjá føroyskum fyritøkum, sum vilja stovnseta fyritøku í einum norðurlandi, at kunna seg um galdandi lóggávu í hinum londunum. Norðurlandaráðið hevur stovnsett ein leinkjuportal, Norden Business, sum leiðir til stovnar og regluverkið um stovnsetan av fyritøkum, útvegan av av starvsfólki og sølu og handil.
Endamálið við portalinum er at geva eitt yvirlit yvir lógir og reglur í einstøku norðurlondunum.
Til ber at velja eitt einstakt land, og soleiðis fáa eitt skjótt yvirlit yvir, hvat er galdandi har.
Umframt leinkjuportalin er eisini møguleiki at finna leinkjur til viðkomandi myndugleikar, har tað ber til at fáa persónliga vegleiðing. Portalurin er á svenskum, donskum, finskum, norskum og íslendskum máli.
Málbólkurin er serliga smærri og miðalstórar fyritøkur, sum ynskja at stovnseta fyritøkur ella finna starvsfólk á norðurlendska marknaðinum.
Atgongd til leinkjuportalin er: http://nordenbusiness.org/home
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











