Hey hevur tendrað fyrsta 5G-klára tólnetið í Føroyum
Við hesum fáa Hey kundar nú enn betur møguleikar at gera gagn av øllum teimum snildu tólnet loysnum ið longu finnast. Hetta er eitt stórt stig fram á leið at talgilda býir, vinnulív og samferðslu við at knýta tól í framtiðar 5G netið hjá Hey, skrivar Hey í tíðindaskrivi í dag.
Tólini kring okkum hava nú fingið sítt heilt egna farnet. Hey hevur tendað sonevnda Narrowband tólnetið, sum knýtir alskyns tól í eitt serstakt tólnet. Narrowband tólnet er partur av 5G menningini.
"Hetta hevur verið nógv eftirspurt av býum og av vinnuni. Vit síggja at fleiri og fleiri fyritøkur í føroyum sum eru í holt við at optimera teirra gerandisdag, har tær gera brúk av ymiskum nettólum við følaraum í, sum kunnu boða frá um eitthvørt. Hesi nettólini síggja vit í øllum sum t.d bilum, maskinum, bingjum og parkeringsvarnarum” sigur Sigtór Andreassen, Vinnukundastjóri á Hey.
Eisini vanligi borgarin kann fáa stóra nýtslu av at tól nú kunnu knýtast í Narrowband netið hjá Hey. “Vit fáa dagliga spurningar frá okkara privat kundum, um tað finnast loysnir, ið kunnu brúkast til at spora hundar og kettur og enntá seyðin. Tað finnast ymiskar loysnir sum brúka 4G tólnetið, men tær eru oftast sera ópraktiskar og stórar og hava sera stutta battarítíð. Størsti trupuleikin er at battarí livitíðin er rættuliga stutt og tólini eru ov stór. Ein fyrimunir við nýggju 5G-kláru Narrowband tólnet tøknini, er, at hesi tól nú kunnu gerðast nógv minni og hava eina battarí livitíð á upp til 10 ár.” sigur Rói B. Poulsen, Privatkundastjóri á Hey.
Narrowband tólnetið er fyrsta stig í útbyggingini av 5G farnetinum hjá Hey.
Líknandi tíðindi
Mest lisið í farnu viku

Rindaði bara 16 krónur fyri ein stóran bygning í Vestmanna

Tobbi: Hetta er so stórt, at eg næstan ikki havi orð fyri tí.

Hanus Hansen, reiðari: Eg kenni meg ikki aftur í tí sum stjórin í North Pelagic førir fram

Durita Fagradal Augustinussen er sett sum mentanar- og ungdómsleiðari í Vestmanna

Uppsjóvarvinnan betalti 65% í skatti í 2017

Myndarøð: Fuglafjarðar Sangkór og Vestmanna kirkjukór konsert í Vestmanna

Miðvika við Kára P. Højgaard (3) - Gestur: Hendrik Old

R7 Premier League (40) - 2. des 2019

Leygardagurin var góður fyri lítla nótabátin úr Søldarfirði

Ivan H. Niclasen: Meira gjøgnumskygni

Absalon og Rumenia - í 30 ár

Jógvan Andersen helt hesa talu, tá jólatræið varð tendrað á Skála 30/11-2019

Regin Jacobsen er næststørsti eigari í Bakkafrosti

Klæmint avloysir Páll

Metis - Øll sendingin - 03. des 2019

Høgni í Jákupsstovu: Eg skilji báðar partar

SEV: Elrokningin verður dýrari fyri húsarhald í 2020

Deyður persónur funnin á Kunoynni

Ring til tann føroyska jólamannin

Samrøða: Jacob Vestergaard um manglandi fiskidagar hjá Bólki 5B

Ein mamma, sum nú er deyð, undir illgruna fyri dráp og drápsroynd í Tromsø

Samrøða: Bjarni Arnason, Jóhan Dahl og Jacob Vestergaard um fiskivinnulóggávuna, sum er á veg

Nigerianskur uppruddari í korruptión fingið sekkin fyri mutur

Trupulleiki við muni á fiskaprísi
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











