Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing

Fleiri bústaðir mugu byggjast

Innanlands | 14/10-2024 13:34

Nýggjastu bústaðarpolitisku uppskotini snúgva seg mest um lættari atgongd til fígging. Neyðugt er tó at leggja nógv størri dent at byggja fleiri bústaðir, og harvið økja útboðið. Gera vit ikki tað, elva bøttu fíggingarmøguleikarnir til prísvøkstur.

Herfyri høvdu báðir teir stóru andstøðuflokkarnir hvør sítt útspæl til at loysa bústaðartrotið í Føroyum. Føroya Arbeiðsgevarafelag (FAG) hevur leingi varpað ljós á stóru avbjóðingina við vantandi bústøðum, og tí er tað eitt positivt íkast, tá ið flokkar koma við sínum boði uppá, hvat kann gerast.

Tó heldur FAG, at politiska skipanin í størri mun eigur at raðfesta tiltøk, sum kunnu økja um útboðið av bústøðum. Um politiska skipanini einans lættir um fíggingarmøguleikarnar uttan samstundis at økja útboðið, er vandi fyri, at tað einans førir til hægri prísir.

Størri útboð hevur størri týdning enn lagaligari fígging

Føroya Arbeiðsgevarafelag metir, at bæði uppskotini hjá Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum hava góð endamál við at hjálpa fyrstuferð keyparum. Tó er  neyðugt at gera vart við, at slík uppskot, ið økja fíggingina til fyrstuferð keyparar, sum til dømis stuðulin upp á 500.000 kr. frá Fólkaflokkinum ella lánsmøguleikar úr bústaðargrunni hjá Sambandsflokkinum, kunnu hava óynsktar avleiðingar fyri bústaðarmarknaðin. Tá ið fíggingin verður økt, vil hetta í flestu førum hava við sær, at húsaprísirnir hækka – serliga á einum marknaði, har útboðið hevur trupult við at fylgja við eftirspurninginum.

Tí heldur FAG, at tað í førda bústaðarpolitikkinum eigur at verða lagdur størri dentur á at økja útboðið av grundstykkjum og íbúðum, sum kann lætta munandi um trýstið á bústaðarmarknaðinum.

Tveir hættir at økja um útboðið

Tað eru tveir hættir at økja um útboðið av bústøðum:

At útstykkja meira til bústaðarendamál
At aktivera meira privatan kapital til bygging av bústøðum

Kommunurnar eiga at hava nógv størri fokus á at útstykkja nóg mikið til bústaðarendamál. Um kommunurnar ikki sjálvar raðfesta tað nóg høgt, eigur landið at taka upp samráðingar við kommunurnar fyri at tryggja, at hetta hendir.

Privatur kapitalur kann aktiverast við at tryggja javnbjóðis kapping, og við at taka burtur óneyðugar forðingar í lóggávu fyri bygging til bústaðarendamál. Størri áhugi frá privatum fyritøkum er neyðugur, um vit veruliga skulu seta ferð á byggingina.

Ítøkiliga eigur landið at gera hesa broytingar fyri at javnseta kappingina og aktivera meira privatan kapital:

At tryggja eina marknaðarforrentning av kapitalinum hjá Bústøðum

Hetta ger tað eisini lættari hjá Bústøðum at selja liðugt bygdar verkætlanir til stovnsligar íleggjarar, so Bústaðir kann fáa meira kapital til at byrja nýggjar verkætlanir.

At avtaka heimildina hjá kommunum at seta á stovn bústaðarfeløg saman við Bústøðum

Áhugin hjá privatum fyritøkum at fara inn á bústaðarmarknaðin minkar, um tú skalt kappast við verkætlanir, sum hava almennar skattakrónur sum fígging, ið ikki skulu forrentast. Heldur eigur ein skipan við almennum býlisstuðli at verða sett í verk, so eisini tey við lágum inntøkum hava ráð til at leiga ein bústað, annaðhvørt hann verður leigaður frá einum privatum ella almennum útleigara.

Yvirhøvur at javnseta treytirnar fyri almenna og privata bygging somu treytir viðv. grundstykkjum v.m.
At tillaga avskrivingarlógina avskrivingarlógin eigur at verða tillagað, soleiðis at smærri og miðalstórar byggifyritøkur fáa betri møguleikar at luttaka í bústaðarbyggingini. Í dag er tað soleiðis, at bara íbúðarblokkar við minst 10 íbúðum kunnu verða avskrivaðir eftir serligum reglum, men FAG vil, at hetta eisini verður galdandi fyri smærri íbúðarblokkar niður í fýra eindir. Hetta hevði gjørt tað meira lokkandi hjá smærri og miðalstórum byggifyritøkum at bygt íbúðareindar við einum minni tali á ibúðum.

 

Av heimasíðuni hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
300.000 børn og ung rýmd úr Ukraina í summar
Almenni sektoru­rin veksur altíð skjótast
Andakt
Arctic Circle: Helgi roynir seg í finaluni í kvøld
BTÙ vøkstur nógv stórst tá tað gongur væl í tilfeingisvinnuni
Bústaðir gevst at byggja
Danskir og føroyskir miðnámsskúla­næm­ingar vitja
Fiskaheilsutoymið hjá Firum til kalibreringsdag
Fleiri bústaðir mugu byggjast
Fólka­skúla­num manglar íløgur til neyðugar dagføringar
FSF og Håkan Ericson hava endað samstarvið
Jól í Hogwarts útgivin kring heimin í dag!
Kommunur­nar 600 mió. í undirskoti í ár
Lands­stýris­mála­nevnd og Ingilín
Mál og lyfti Miðfloksins til Býráðsvalið 2024!
Tað besta óskrivaða føroyska orðatakið
Tollsamstarvið við Danmark og Grønland verður styrkt
Vipers Kristiansand konkurshótt
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi